M.C. Restorff við nýggjari ferðafrásøgn í Lindini

Týsdagin hin 11. november kl. 13.10 fer ”M.C. á ferð í Ísrael” í luftina

Tíðliga á sumri 2006 var ferðafúsi frásøgumaðurin hjá Lindini í Miðeystri saman við Svenningi av Lofti og einum føroyskum ferðahópi. ”Vit lendu í Tel Aviv um midnáttarleitið, og leitaðu straks til Jerusalem, har gist varð teir fyrstu dagarnar. Í teimum fyrstu ferðafrásagnunum verður tó hovliga lagt fyri í frítíðarbýnum Netanya við Miðjarðarhavið, haðani borin verða tíðindi og smásøgur úr ”Landi lyftisins”.


Petur W. Háberg sáli mitt í rokinum 


Í sekstiárunum helt Petur W. Háberg nakrar sera áhugaverdar fyrilestrar um jødafólkið fyri ungdóminum í Ebenezer. Eins og hinir áhoyrarnir gjørdist M.C. bergtikin av hesum, og fyri at skapa eina størri breidd í frásagnirnar, ganga brot úr hesum framløgum aftur í sendirøðini. Í fyrstu sending verður eyðvitað leitað aftur til uppruna jødafólksins, Ábraham.

”Dánjal Poulsen festi røðurnar hjá Peturi á band, og Forlagið Leirkerið í Gøtu gav í 1999 út ein bókling við hesum fyrilestrunum, sum hava verið mær sera hentir”, sigur M.C. 


Ísrael – nei takk! 


”Hevði satt at siga ongantíð ætlað mær til Ísraels, og nú eg kúvendi, vóru glómur í fleiri av kenningum mínum. Lati tykkum hoyra reaktiónina hjá Lailu á Lofti av Argjum og ísraelittinum og kokkinum Uri Baurenzweig í Havn. Ísraelsvinurin, hin aldrandi Justi Poulsen úti á Landavegnum, er eisini verdur at leggja oyru til, bersøgin sum hann er. Sum nakað nýtt er tátturin ”jødaskemt”, sum eisini fer at seta sín dám á fleiri av sendingunum,” brosar M.C.


Halda tey Jól í Ísrael? 


Nú jólini standa fyri durum, koma frásagnirnar í desember mánaði úr Betlehem, har Jesus varð føddur. Flestu jødar halda, sum verða man ikki jól! Teir vrakaðu Son Guds frá fyrstu stund, og alt hetta prátið um Jesus, sum Messias, er í huga teirra tann beri heilaspuni. Jødar hava tó onki ímóti at fáa eitt jólakort frá tær.


Hóast jólini ikki eru siðvenja, so er satt jólahald ár um ár við hina sokallaðu føðikirkjuna í Betlehem, har sjálvur Yasser Arafat sáli og eftirmaður hansara Mahmoud Abbas umframt leiðarar í Hamas hava verið jólagestir.

”Vit vitjaðu sjálvandi staðið, har sagt verður at krubba Jesusar stóð á sinni. Aðrir pílagrímar vóru eisini hjástaddir, og í jólasending lati eg tykkum hoyra eitt blendi av grikst ortodoksum, donskum, enskum og føroyskum jólasálmum”.

”Ljósfestin” hjá jødum skáksiglur av og á við jólahaldið hjá hini kristnu kirkjuni, og tá kundi onkur trúð, at jødar eisini eru farnir at halda ”okkara jól”, nú gávur verða givnar, og ljósini brenna – júst, sum siður er um okkara leiðir. Henda hátíð gýðinga hevur tó onki við føðing Krists at gera. Teir hátíðarhalda nevniliga ein hernaðarsiður 160 ár f. Kr., tá templið varð vígt av nýggjum.


Blindaheimið 


Í Betlehem varð eisini vitjað á blindaheiminum ”House of Hope” sum nógvir føroyingar munnu kennast við. Nakrir palestinar, sum vit hittu við stórgarðin, søgdu seg at vera illa fyri fíggjarliga nú ísraelittar høvdu bygt henda illa gitna ”múrin” millum Betlehem og Jerusalem.

Tá jólini við føðing Krists eru farin afturum, kemur ljóðmyndin ”Flýggjanin til Egyptalands”. Eitt hugtakandi ævintýr hjá hini svensku Selmu Lagerløf um Mariu, Jósef og Jesusbarnið. Heimildin er at finna í bók hennara ”Kristuslegender”, sigur M.C..



Nasaret 


Hóast bíblian er sera kørg við upplýsingum um smápiltin og tannáringin Jesus, so fáa vit bæði eitt og annað at vita nú føroyska ferðaliðið vitjar heimstaðin hjá Menniskjusoninum, Nazaret.

Tað er ikki minst átakinum Nazareth Village fyri at takka, at hin ferðandi fær høvi til at uppliva umstøður og umhvørvi, sum á døgum Jesusar. Havandi í huga, at Frelsarin ivaleyst livdi flestu ár síni á hesum staði – undantikið tey fyrstu árini í útlegdini í Egyptalandi, og tey seinastu 3, tá ið hann gekk um og lærdi og grøddi í Galilea og aðrastaðni - so er hetta eftirgjørda bygdalagið í býnum ein sannur fongur fyri seinni tíðir. Meðan heimurin gongur sína gongd uppá gott og ilt, ber her til hjá tær at uppliva ein yrkadag, sum Jesus gjørdi tað í sínari tíð. Húsini, búnýti, búnaðaramboð...ja alt samalt er tað, sum í gomlum døgum.


Ljóðmynd um Masada 


”Á einari útferð úr Jerusalem varð leitað oman til Deyðahavið og Mesada. Á ferðini bæði sóu og hoyrdu vit um beduinar, plantuvækstur og hvussu ymist tað regnar í hesum lítla landinum.

Deyðahavið var nakað fyri seg, og føroyska ferðaliðið skemtaði sær óført í hesum nakað øðrvísi baðivatninum, sum við høgum saltinnihaldi sínum heldur tær á floti. Mórubotnurin er fullur av miniralum. Sagt verður at hesi eru góð fyri holdið, og fólk í fleiri londum keypa foredlað smyrsl úr Deyðahavinum, og gera dagliga brúk av tí.

Ikki so langt burtur fra Deyðahavinum hevjar seg ein stuttur fjallaryggur. Ísraelsk herfólk geva stundum lyfti her uppi á Mesada, sum í árinum 66 var síðsti skansi jødanna ímóti rómverjum. ”Eg gjørdi eina ljóðmynd um hesa aldargomla frásøgnina, sum enn stendur, sum ein varði yvir nakrar fáar gýðingar, ið við áhaldni og treiskni hóttu heimsins táverandi størsta yvirveldi. Upptøkur millum fornleivdirnar krydda siðsøguliga tilfarið, sum er funnið í bók hjá Helga Jacobsen og Monradi Holm. Fleiri enn 10.000 rómverskir hermenn kringsettu hesi djørvu 960 uppreistrarfólkini – menn kvinnur og børn, ið høvdu leitað sær teir 400 metrarnar upp á fjallaskansan. 


Aftur á slóðina hjá Jesusi 


”Tað var hugnemandi at leita aftur á støðini, har Jesus virkaði og gjørdi kraftargerðir. Ikki minst deyði og uppreisn Meistarans rúnabinda teg. Niðurlagið í sanginum ”Hygg fjøldin til golgata gongur” sigur tað so væl: Hann gjørdi tað alt fyri meg; Hans elskandi hjarta er brostið, Hann gjørdi tað alt fyri meg”, sigur M.C. djúptonktur.


Bíblian er aktuell. 


”Sum ein nú situr og setir upptøkurnar saman, eftir at hava leitað fram siðsøguligt tilfar at bera lurtaranum, er tað ikki minst hugkveikjandi at hava bíbliuna við í tilgongdini. Frásagnir hennara gerast ljóslivandi fyri tær, og nú tú hevur vitjað støðini, gerast bíbliusøgurnar- um møguligt- enn meira viðkomandi og veruligar. Hevði, sum sagt, ongantíð ætlað mær til Ísraels. Nú hevði eg ikki vilja verið upplivingina fyri uttan! Ein kom eisini at kenna fleiri landsmenn í ferðahópinum, samanhaldið var fyrimyndarligt, og sjónarringurin hjá mær er munandi víðkaður. Vónandi fær lurtarin gleði av øllum hesum. Bara tað, at fáa møguleikan til at bera landsmonnum mínum frásagnir úr heimlandinum hjá Frelsara mínum, er bara prikkurin”, sigur ein vóngóður M.C. at enda.