til Nevið í Runavík, har tað verður skorið til flak, greiðir Wentzel frá. DAGFØRING: Tá gjørt varð upp henda mikudagin í farnu viku - 27. november 2010 - vórðu 4.302 kilo seld, meginparturin toskur. Sløg [...] bryggjuni taka menn ímóti teimum hundraðtals kørunum, áðrenn trukkarnir flyta tey undir tak. Inni á Landingarmiðstøðini verður eisini eitt stórt arbeiði gjørt, til tann týdningarmikla partin sum nú stendur fyri [...] hvørjum øðrum. Her hjá Landingarmiðstøðini verður alt gjørt umvegis ein teldu. Her kann Wentzel tí fylgja við søluni umvegis ein telduskíggja, - eini sølu, ið kann taka stytti og longri tíð, alt eftir hvat
frælsa fyritaksseminum, ið kapitalisman altíð hevur verið sett í samband við. Frælsa fyritakssemið kundi væl lýsast sum eitt positivt hugtak, sigur ein av keldunum hjá Michael Moore, tá talan var um lítlar [...] og tveimum børnum, ið mistu mammuna, tá hon var einans 26 ára gomul. Hon starvaðist hjá Wal-Mart. Fyritøkan hevði tryggjað seg ímóti, at øll 350.000 starvsfólkini skuldu doyggja, og tá mamman doyði, fekk [...] og tín pensjón verður minni verd. Virðið á tínum húsum fer at falla, og vit fara at síggja fleiri húsagangir. Eigur tú eina fyritøku, kann gerast verri at fáa lán, og truplari verður eisini at fáa lestrarlán
okkum seinastu dagarnar og segði, at hesi eru ein sera stór avbjóðing, sum eingin misunnir teimum, ið nú sita við hesum. Hann setti eisini spurningin, hvat vit kunnu gera fyri at rætta teimum, sum sita [...] gerst minni og minni, legði hann aftrat. Mala í ring Jóhan Páll Joensen segði, at tað er eitt stórt tak at skipa fyri vinnudegnum, sum í ár hevði spurningin í síni yvirskrift, um Føroyar bara mala í ring [...] føroyskari vinnulívssøgu. - Sterka eikin er rivin upp við rót. Størsti føroyski bankin og elsta fyritøka í Føroyum er ikki til longur. Landsstýrismaðurin ásannaði, at eitt stórt tómrúm stendur eftir Eik
arbeiðir, tá trol og kamera koma aftur at borðið. Enn kunnu myndirnar ikki takast beinleiðis upp á brúnna, meðan tóvað verður. Tá trolið kemur at borðið, verður kameraið loyst úr trolinum, og síðan verður ein [...] hesi tøkni, sum verður marknaðarførd undir enska navninum ”trawlcamera”. JT Electric hevur selt hesa útgerð víða um, og eitt nú eru nøkur kamera seld heilt uppi í Norðuramerika. Onnur eru seld í Írlandi, Noregi [...] og tað ber saktans til, tí tólið er vatntætt. Aðrir hava kameraið í trolinum, tá teir vilja royna at staðfesta okkurt, ið illgruni er um ikki virkar, sum tað skal. Men eitt er, at trolkameraið kann siga
ikki hveitikornið í jørðina og doyr, tá er og verður tað einsamalt; men doyr tað, tá ber tað miklan ávøkst.” Orðið um hveitikornið er lívgevandi. Hveitikornið, sum verður lagt í døkku moldina rennur spakuliga [...] Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Fellur ikki hveitikornið í jørðina og doyr, tá er og verður tað einsamalt; men doyr tað, tá ber tað miklan ávøkst. Tann, sum elskar lív sítt, missir tað; og tann, sum hatar [...] er, at Guð sær í náði til øll menniskju, og náðin verður givin fyri einki við trúnni á Jesus Kristus. Men menniskjans vilji vil og hugsar øðrvísi. Tá ið menniskjað setir á eitthvørt ella fer undir eitthvørt
atburð og traðka á alt fleiri frælsi, ið eginliga átti at verið eitt sera óføroyskt eyðkenni. Ein hugsan, at tað er vælferðarstáturin, ið skapar mentanina, tá ið tað sjálvandi er beint øvut. Altso, at [...] kokkteylur av ynskishugsan og fakligum tápuleika, heldur—verður hann dyrkaður av bleytum norðurlendskum fjølmiðlum, ið áttu vitað betur. Tí tá ið tað kemur til íløgugrunnar og vekslarar í dag, eitt spektakulert [...] longur kunnu líta á vaksin. Ella tak hasa formyndaralógina frá 1. oktober í fjør, sum má vera tað mest skíttbýttasta og mest eyðmýkjandi uppfinnilsi í føroyskari lógarsøgu, tá ið hon krevur av vaksnum fólki
Eg skilji ikki, at tað var neyðugt at yvirtaka kirkjuna, tá ið tað einasta, sum hent er, er at nakrar danskar lógir eru týddar til føroyskt. Tá ið kirkjan í skundi varð yvirtikin, so varð sagt, at lóggávan [...] eru tey fæstu, sum hava hirt at svara mær. Tey, sum hava svarað skulu hava takk, men tað er ikki hent tað stóra kortini. Tá ið fólk fyrst hava búsett seg uttanlands, so er ikki sikkurt, at tað er so stórur [...] starv fyrr enn góð 2 ár eftir yvirtøkuna. Í góð 2 ár livdu kirkjulið í óvissu, ein ótolandi støða, ið ikki kann bjóðast fólki. Nú síggja vit, at tað er torført at manna ávís størv, so nú er tíð upp á at
og Marjun. Tá eitt mannalív endar, er tað gott at kunna siga takk. At kunna takka fyri alt tað sum tann, ið farin er undan, hevur verið fyri ein. Slíkt takksemi rennur upp í hjørtum okkara tá vit minnast [...] til hjálpar, tá hon einsamøll og við fulltíðar álitisstarvi skuldi fostra 3 smádreingir til mans. Nakað hon eisini mintist tá foreldur hennara gjørdust gomul og orkaðu minni og minni. Tá yvirtók Marjun [...] eru gift og búgva í Fuglafirði. Tað var stórur smeitur fyri bæði foreldur og systkin, tá tey mistu systrina Kristinu, ið var gift og búði í Tórshavn, og sum eftir stutta sjúkralegu doyði av sjúku í 1990.
Hetta var um ta tíðina, tá ið ringar tíðir vóru á Eysturlandinum. Her var kuldatíð. Eldgos við øskuroki var í Íslandi í 1875. Hetta tarnaði jarðarbrúkinum, sum nógv livdu av. Tá fluttu fólk í hópatali til [...] fiskiskapin hjá føroyingum. Sum hjá øðrum søgumonnum verður ongantíð komið á mál, og vit báðir hava eisini avtalað at samskifta framyvir. Hetta verður millum annað gjørt við at lata Smára fáa tað nógva tilfar [...] teimum at fiska. Reiðskapurin var lína. Agnið var sild, men føroyingar skutu eisini fugl til agn. Tá ið eystfirðingar fingu at vita prísin, sum føroyingar fingu fyri saltfiskin, tóktist tað teimum ótrúligt
handilsvøra, og tá tú keypir eitt partabræv er endamálið, at tú skal fáa ein vinning, og tað ger tú við at selja, tá kursurin er farin upp. Skal kursurin fara upp, skal tað eisini verða onkur, ið vil keypa, [...] stórur áhugi fyri Føroya Banka partabrævinum. - Eitt partabræv er sum einhvør onnur vøra, sum verður keypt og seld, og sum allar aðrar vørur skal eitt partabræv eisini marknaðarførast, og tað er hetta, vit [...] týdningi, at partabrøvini verða marknaðarførd og gjørt verður vart við, at tað er ein góð íløga, sigur Janus Petersen. Tí er tað ein fyrimunur, at handlað verður so nógv sum gjørligt við partabrøvunum. - Tað er