VINNUDAGUR
Í síni vælkomstrøðu til vinnudagin nevndi formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag, Jóhan Páll Joensen, fallið hjá Eik Banka og landsstýrismaðurin, sum setti hendan dagin, Jóhan Dahl, gjørdi so mikið meiri burturúr.
Jóhan Páll Joensen visti á, at myrk skýgg hava hingið yvir okkum seinastu dagarnar og segði, at hesi eru ein sera stór avbjóðing, sum eingin misunnir teimum, ið nú sita við hesum.
Hann setti eisini spurningin, hvat vit kunnu gera fyri at rætta teimum, sum sita við hesum trupulleikum, eina hond.
- Vit kunnu ikki gera nógv annað enn við nærlagni og vilja at arbeiða fyri at fáa eitt sterkt vinnulív, og soleiðis eisini ein sterkari føroyskan búskap.
Niðurgjørd sjónarmið
Formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag gjørdi eisini nokso fitt burtur úr sitandi landsstýri og samgongu.
- Vit hava eina samgongu, sum mest av øllum er bókhaldari og roynir at hóra undan hallinum sum frægast
Hann visti á, at uppskot av handa hógv stinga seg upp og verða sett í verk uttan veruliga at vita, hvørjar avleiðingarnar av hesum eru. Saklig og faklig sjónarmið verða niðurgjørd og ikki tikin við í avgerðirnar.
- Vit hugsa stutt og trívast betri við øll at sita á somu køku, sum gerst minni og minni, legði hann aftrat.
Mala í ring
Jóhan Páll Joensen segði, at tað er eitt stórt tak at skipa fyri vinnudegnum, sum í ár hevði spurningin í síni yvirskrift, um Føroyar bara mala í ring.
- Tiltakið skal vera gevandi og áhugavert, og tað er ein avbjóðing ikki at mala í ring.
Hann vísti á, at spyrt tú í Vinnuhúsinum, um Føroyar mala í ring, er svarið ja.
- Eingin ivi er um, at vit í Føroyum mala í ring, legði hann aftrat.
Jóhan Páll Joensen helt, at viljin til at taka neyðug tøk fyri at skipa samfelagið, soleiðis at mest fæst burturúr, er ikki til steðar.
Fíggjarrisin fall
Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, segði í síni setanarrøðu, at ein fíggjarrisi er fallin í føroyskari vinnulívssøgu.
- Sterka eikin er rivin upp við rót. Størsti føroyski bankin og elsta fyritøka í Føroyum er ikki til longur.
Landsstýrismaðurin ásannaði, at eitt stórt tómrúm stendur eftir Eik Banka.
- Uttan iva hava vit øll okkara meiningar um tilburðin. Hvat hendi - og hví endaði hetta so galið?
Landsstýrismaðurin helt fyri, at hetta eru náttúrligir spurningar at seta sær.
- Men eg skal ikki gera meg til dómara yvir nøkrum. Tann rætturin tilkemur ikki mær. Eg fari heldur ikki at gita, um eitt politiskt eftirspæl verður, og um nakar man fara at royna at vinna sær politisk poeng burturúr hesum sorgarleiki.
Lærir søgan..?
Jóhan Dahl helt, at vit við hetta álvarsliga høvi eiga at steðga á og reflektera, sum hann tók til.
- Hvat lærir søgan og lagnan hjá Eik Banka okkum og tykkum, ið mynda føroyska vinnulívið frameftir? spurdi hann.
Landsstýrismaðurin segði, at fallið við Eik Banka vísir okkum, at markið millum succes og fiasko er hárfínt. Tað, sum í dag tykist at vera sunn fornuft, er kanska nakað heilt annað í morgin.
- Við hetta høvi kunnu vit eisini staðfesta, at eingin tolir alt. Hetta ljóðar banalt, men tað er sunt at hugsa tankan av og á.
Jóhan Dahl segði, at í eini altjóða fíggjar-og búskaparkreppu merkja tey varnu avleiðingarnar, men tey framfýsnu eru í vanda fyri at fáa meiri enn mótgongd.
- Tí er javnvágin millum konsolidering og váðafýsni so týðandi, segði Jóhan Dahl, landsstýrismaður, tá hann setti vinnudagin 2010.