Olsen hevur havt ábyrgdina av HB liðnum í tveimum dystum. Fyrru ferðina endaði tað við 1-0 sigri á útivølli ímóti meistarunum í Víkingi, og í kvøld endaði tað 1-1 í Gundadali ímóti KÍ, sum undan hesum dystinum [...] varð lagdur í KÍ brotsteigin, har Sammy Skytte mitt fyri málinum var fyrstur á og sendi bóltin upp í nettakið. Hetta var triðju ferð í ár, at Sammy Skytte var málskjútti. Hann skoraði eisini í 9. umfari [...] Tað endaði 1-1, tá ið HB í góðveðrinum í kvøld hevði vitjan av KÍ, sum eftir fyrsta triðingin av kappingini hevði fulla úrtøku. HB javnaði til 1-1 í tíðini, sum dómarin legði aftrat, og tað ber við sær
Nielsen, sum higartil í ár hevur havt ilt við at vinna sær fast pláss á liðnum, javnaði til 1-1 í 37. minutti. Eftir hornaspark var tað Stefan Radosavljevic, sum átti uppleggið úr spískum í høgru, og Jørgen [...] og var í dag fyri fyrstu ferð millum teir fyrstu ellivu. Hann avloysti síðsta hálva tíman Atla Gregersen ímóti HB, og í dag var Atli ikki førur fyri at spæla. Víkingur vann horna, og vongverjin í vinstru [...] Tað hevur verið nógv upp og niður hjá Víkingi higartil í ár. Í dag endaði tað við 2-1 sigri á útivølli ímóti EB/Streymi. Sigurin ber við sær, at Víkingur nú hevur 14 stig og er á fimta plássi – eitt stig
B68 17. apríl hittust í Gundadali, var úrslitið 1-1. Tá kendist tað sum um, at toftamenn fóru úr Gundadali við einum vunnum stigi, meðan teir í B36 kendu seg hava tapt tvey stig. Í dag hittast tey á Sv [...] tað ivasamt, um Heini Vatnsdal og Bogi Reinert-Petersen eru førir fyri at spæla í dag. B68 hevur úr fýra teimum seinastu royndunum vunnið fimm stig. Umfamt 1-1 ímóti B36 endaði tað 1-1 í Trongisvági, og [...] fjórða plássi við 16 stigum, og B68 er á sjeynda plássi við átta stigum. Higartil í ár hevur tað verið torført hjá B36 í favorittleiklutinum. Síðst vann B36 1-0 á heimavølli ímóti FC Suðuroy, og næstsíðst
Kristiansen hevur í dag lagt ein greinastubba út á heimasíðuna hjá Eiðis kommunu, har víst verður á, at Lions Club Eysturoy hevur veitt Eiðis Fornminnisfelag stuðul. Hin 12. mai, sum var í gjár, vitjaðu limir [...] umvælingar av Látralonini. Á tiltakinum var Eiðis kommuna eisini umboðað og borgarstjórin, Jógvan í Skorini, takkaði fyri íkastið frá Lions Club Eysturoy til fornminnisfelagið.
málmøguleika at skora. Í tí eina førinum var tað heilt ófatuligt, at Jóannes Davidsen í EB/Streymamálinum bjargaði við beinparadu, og í øðrum førum dansaði bólturin fleiri ferðir í málteiginum, áðrenn tað [...] veg av útivølli og til hús við fullari úrtøku. Sigfríður S. Clementsen og hansara menn vunnu í kvøld 1-0 í Sørvági. Málið skoraði Óli Eyðsteinsson Poulsen við brotssparki, tá ið tíðin var farin tveir minuttir [...] Eyðsteinsson Poulsen var tryggur, tá ið hann setti bóltin í málið. Tað var einki at siga til, at heimamenninir vóru vónbrotnir og sum slignir á nevið. Í seinna hálvleiki løgdu teir støðugt trýst á málið hjá
stýrisvølin valdast eisini um, hvussu tað fer at laga seg. Í kvøld í Sarpugerði styrkti André Olsen um sína støðu sum HB venjari. Talan var um HB lið í heilt nýggjari útgávu. Hugburðurin var heilt øðrvísi, [...] eitt sindur. Undir liðini á Viljormi Davidsen í miðverjuni var Heðin Hansen, sum avrikaði ógvuliga sannførandi. Leikskipanin var í kvøld 4-4-2, og serliga í verjuspælinum var talan um sera góða skipan. [...] bólturin tók í ein av heimamonnunum og snýtti málverjan og so var 1-0 til HB. So gekk tað fyri seg eftir treytunum hjá HB, sum fyrst og fremst bant um í verjupartinum og gav sær góðar stundir í sambandi við
ábyrgdina av uppflytarunum í FC Suðuroy. Í dag eru Palli og Pól og teirra menn í høvuðsstaðnum. Ørindini eru at spæla ímóti B36. Fyrsta bríksl í Gundadali verður klokkan 18.30. Teir í B36 eru særdir, tí tað [...] EB/Streymi. Hjá B36 er tað ivasamt, um Hannes Agnarsson verður førur fyri at spæla. Vágbingurin í B36, Heini Vatnsdal, hevur leingi verið skaddur. Nú er tað tætt við, at hann aftur er førur fyri at spæla [...] ferðirnar hava mótstøðuliðini hjá FC Suðuroy verið tey ovastu á støðutalvuni, og soleiðis verður tað í kvøld og eisini tríggjar tær næstu ferðirnar. Spælið hjá FC Suðuroy hevur verið á heilt góðari leið
Chief of Staff í PricewaterhouseCoopers, og luttakarar í orðaskiftinum verða Heini Zachariassen, stovnari av Vivino, og Louise Herping Ellegaard, stovnari av Clio, og ein av leyvunum í vælumtóktu sendingini [...] og Uttanríkis- og vinnumálaráðið, sum skipa fyri TONIK og Elektron er høvuðsstuðul í 2025. Ráðstevnan verður í Silo í Sjóvinnuhúsinum næsta fríggjadag 9. Mai. Les meira á www.tonik.fo ##med2## ##med3## [...] pallinum í Silo kl 12:00 fríggjadagin 9. mai. Sí skránna til Tonik her: https://www.tonik.fo/schedule Skráin verður leypandi dagførd komandi dagarnar. Áhugin fyri TONIK er sera stórur, bæði í Føroyum og
Fríggjakvøldið hittast NSÍ og KÍ í Runavík í innanhýsis uppgerð um, hvat av hesum báðum skal eiga oddasessin eftir fyrsta triðingin av kappingini. Í kvøld dusaðu teir í NSÍ sær, tá ið teir fóru úr Gundadali [...] undirmannað. Í báðum førum var talan um púra óneyðug gul kort. Fýra minuttir eftir reyða kortið økti NSÍ um leiðsluna til 2-0, og eftir steðgin var spurningurin bara, hvussu stórur sigurin hjá gestunum í Gundadali [...] Klæmint A. Olsen skoraði trý tey fyrstu málini og hattrikk. Í tveimum teimum fyrstu førunum var tað eftir sending úr vinstru frá Peturi Knudsen, og í triðja førinum var tað við skoti av miðstrikuni. Bólturin
menn í EB/Streymi øgiliga væl. Teir vóru í klassiskari 4-4-2 útgávu. Jens Erik Bruhn í høgru og Virgar Jónsson í vinstru arbeiddu ógvuliga nógv á miðvøllinum, har Tóki H. Johannesen og Mórits Heini Mortensen [...] vongverjanum í vinstru og Meinhard Debes Geyti í høgru, og miðverjarnir Mikkjal Hellisá og liðformaðurin Andras Ó. Olsen vóru óførir bæði í taklingunum, og tá ið bólturin varð sendur innfyri, ráddu teir í luftspælinum [...] steðginum og aftur í seinna hálvleiki. B36 minkaði fram ímóti dystarenda um munin til 2-1, tá ið Mattias Hellisdal smekkaði til av brotsteigarmarkinum, og bólturin umvegis bein í verjuni fór í málið. So royndi