røkkur so mikið upp, at til ber at síggja at talan er um eitt flogfar. S: Hvat ólukkan var hatta, hasar havi eg ikki sæð fyrr? F: Á hatta, hattar er eitt flogfar úr Føroyum, Arctic, Atlantic ella okkurt [...] meðan onnur bara kunna siga við kundan at hettar er tað vit hava. Passar tað ikki tær, er tað bara keðiligt. F: Ja, ójavnt er. Ná, men tornið sigur at nú er klárt at fara. Stóra flogfarið koyrir út á flogbreytina [...] ber tað til?, kappingin er jú nokk so hørð, og við hasum gomlu maskinunum, sum eru dýrar í rakstri, kann tað ikki verða lætt at fáa endarnar at møtast til slíkar ferðir. F: Jú, teir hava eina ”fasta” rutu
ótrúliga stuttlig. Tað er eisini mangan stuttligt, at búgva í Føroyum. Um eg hugsi um tað, so er Føroyar eitt ótrúliga stuttligt land. Øll kenna øll – øll multitaska. Til dømis er Løgmaður onkuntíð Løgmaður [...] eg kann læra av. Tað, at eg gjøgnumføri eitt show, er eins týdningarmikið og at fólk dáma tað. 6. Er tað stuttligt at vera stuttligur? Hahaha, hatta var ein keðiligur spurning, og tað kanst tú gott sitera [...] undrast á, at lívið yvirhøvur er til. Eftirsum tað nú einaferð er til, so má man taka tað besta burturúr tí, og fáa so nógv og stuttligt burturúr sum møguligt. 10. Hvat er títt motto? Tú spyr handan spurningin
ferðalagi. Tað var regn í Havn, so eg ringdi til Poul Meyer í Svínoy at vita, hvussu líkindini vóru. Kona Poul Meier, Solveig, og eg eru systkinabørn. Poul segði, at líkindi vóru av fínasta slag. Vit fara [...] læra frá sær, tá ið tað var um sjógvin og góðan sjómannskap at gera. Tórur Andreassen er ein sonur Hjalgrim. Hann er eisini royndur fiskimaður. Hann dugir eisini at skriva og taka vit nakað við, sum hann [...] ikki verið fyri nothing Her skal eisini greiðast eitt sindur frá systrunum hjá mær. Elinborg er tann sum er farin longstu leiðina. Hon býr nevniliga í New Zealandi. Hon greiðir sjálv frá: ”Ja tað var gott
Twitter, tá tað bleiv greitt, at Føroyar komu í bólk saman við Norra til EM 2020 undankappingina. Hetta er fyrstu ferð, at vit møta grannatjóðini í altjóða kapping Brot úr grein í Sosialinum 5. juni 2019 Gilli [...] tvøramaðurin skrivaði orðini “Vi kommer til å knuse dere, Noreg” á sosiala miðlinum Twitter. - Eg spæli jú í Norra, so tað var bara fyri at arbeiða upp á teir. Eg fór akkurát í ein flúgvara, og tá eg opnaði [...] arga hann. - Teir skemta við hvussu nógv Norra fer at vinna, men tað motiverar meg bara. Eg angri hatta ikki, men tað var í skemti og tað mugu fólk tola, sigur føroyski landsliðsspælarin í norskum fótbólti
ið ikki er her, ístaðin fyri at síggja, hvat ið er her” “So tit verða verandi?” “Vit hava faktisk verið eitt sindur in limbo í fleiri ár, og snakkað um, at alt er bara fyribils, tú veitst hatta har: ‘Life [...] at kunna skapa, so mást tú føla tað, sum er har, tað stoffið, sum tú vilt brúka. Veist tú hvat eg meini við?” Jú, eg haldi meg skilja, men spyrji, um tað ikki er freistandi bara at gera seg harða viðhvørt [...] ella so ha?” “Jú,” eg lurti, og fái mær ein smakk av kaffinum. Tað er nokkso sterkt. “Mann kemur til at koyra lívið á the backburner, sum tað eitur á enskum, kennir tú tað?” “Nei” “Also, tá er tað, at okkurt
gott og ónt, og í dag er hann farin um tey fyrstu 7 árini av 21 øld. Í 1902 búðu gott 15.000 fólk í Føroyum. Í hansara livitíð er fólkatalið meiri enn trý faldað í Føroyum. Maðurin er Jóhannes Tauser av Eiði [...] samskifta við hann, men so skjótt sum hann fangar hvat tað er tú sigur, er hann skjótur at svara, og tað, sum honum allarbest dámar at tosa um er um Frelsara sín og tænastuna innan Frelsunarherin, sum blivu [...] sæt og tosaði við hann og dótturina Jenny. Eg segði við hann, at tá ein er vorðin so gamal sum tygum eru, so veit ein, at Jesus er ógvuliga nær. Tá svaraði hann mær: ”Eg hoyri fótafetini av Jesusi úti í
vit fara at liva nøkunlunda vanligt mitt í mars. So hatta er ein møguleiki, at tað kann fara at ganga soleiðis. Eg haldi í hvussu er ikki, at tað er heilt órealistiskt, sigur hann. Pál Weihe heldur tó [...] vit vita frá royndum, at koronusmittan er ring at rokna út, og tað er eisini ilt at vita, hvussu nógv eru smittað 1. mars. Pál Weihe heldur tó, at exit-strategiin er eitt fínt boð beint nú. – Mín forsøgn [...] havi mælt til, at vit eru varin eitt sindur enn, so for nógv fólk ikki verða sjúk í senn. Vit skulu jú gjarna sleppa undan innleggingum. Tí eru avmarkingar neyðugar enn, so vit ikki bara lata smittuna breiða
– Tað er skiljandi nokk, at fólk hugsa soleiðis. Eg eri vanur við at fólk spyrja kritiskt inn til mín. Men tá tað er sagt, so haldi eg ein fyrilestur um mítt lív, bæði tað ringa og góða, har eg jú fortelji [...] til fortíðina hjá Brian Sandberg, og hann heldur fyrilesturin vera eitt positivt átak: – Hatta er ein maður, sum er komin burturúr tí. Hann hevur vent hasum lívinum bakið, og vil nú ávara, so onnur ikki [...] Brot úr longri grein í Sosialinum... »Mítt lív í ónáði« Hetta er heitið á einum fyrilestri, sum verður í samkomuhúsinum Lívdini 2. august. Tað er fyrrverandi Hells Angels rockarin Brian Sandberg, sum skal
støðuna hjá Honnu og Sólvit í flokkinum, ella til stemningin innanhýsis í flokkinum. – Hatta er ein flokkur, sum er í stórum trupulleikum. Eg skilji væl, at Ruth Vang ikki vil úttala seg, sigur Jenis av [...] gjørd, skrivaðu teir. Og í dag sigur Jenis av Rana: – Vit skrivaðu hatta ikki, tí vit beinleiðis droyma um at fáa tey uppí flokkin. Hatta var meira ein stuðul til tey frá okkum. Tað stendur upp til tey sjálvi [...] verið spent í Framsókn, og tað hevur ikki gjørt støðuna betri, at fyrrverandi formaðurin og stovnarin, Poul Michelsen, eftirfylgjandi hevur sagt, at tey bæði, Hanna Jensen og Sólvit E. Nolsøe, ikki hoyra heima
for fanin… Og her sær man jú, at liðugrættir og matur, sum ikki skal tilbereiðast, vinnur fram. Tað er jú pissi lætt – tær nýtist ikki eingongd at gera mat longur! Men tað er spell, haldi eg. Ein partur [...] laksin, so er hann ikki líka so feitur. Har eru eftir mínum tykki for nógv feitt í tí norska. Eg rokni ikki við, at føroyski laksurin hevur havt tað serliga nógv betri enn tann norski. Tað er jú sum høsnaungar [...] Har er slett eingin smakkur í. Eg veit heldur ikki hví. Kanska tí hann verður ældur í bassengum og ikki havi eins og tann føroyski. – Men hetta er mín persónliga fatan. Tað merkir ikki, at hetta er sannheit