væl dámt í Føroyum, og vit gloyma rættiliga skjótt bæði viðgongd og mótburð, men í 1990 mundi tað vera Frændur og at gerast føroyameistari í talvi, í 2000 var tað Studio Pegasus og Kular Røtur og í 2010 er [...] ov primitivt, heldur hann. Men í Klaksvíkini trívist hann sum blomman í egginum, ikki minst á sjálvum føðingardegnum. Tú fyllir 50 í dag. Ert tú framvegis ungur og í góðum lag? Nei, eg eri ikki so [...] bygdir og býir er góð í talvi og øðrum ítrótti, men innan mentan og nærum øll onnur øki í samfelagnum er samstarv lyklaorðið. Mær dámar væl at búgva í Klaksvík, og eg kenni meg stak væl í býnum. Kortini
og fortalt. Eg spurdi hann, um tað var langt síðan, hann hevði verið í Føroyum, hann svaraði, at hann ikki hevði verið í Føroyum í 35 ár. Tá vit vóru liðug at drekka kaffi, fóru vit út at taka myndir, útsýnið [...] fólk. Tá eg var har í 1960 arbeiddu 45 fólk har, nú er alt blivið automatiserað, alt gongur fyri seg har norði í Grønnedalen. Vit steðgaðu í hálvanannan tíma har, so fóru vit vestur í gjøgnum Prins Kristiansund [...] ein skálvíkingur, sum eitur Trúgvi Karlson. Hann hevði búð í Nanortalik í 35 ár og hevði familju har, hann var ógvuliga blíður. Vit fóru inn í kantinina og fingu ein góðan kaffimunn, so bleiv prátað og
felagsskapum av hesum slagi. Hinir tríggir eru ein í Norðuramerika, ein í Suðuramerika og ein í Kyrrahavsøkinum. Hendan ráðstevnan, sum nú er í Føroyum, er ein í eini regluligari røð av ráðstevnum, felagskapurin [...] um gransking, sum verður hildin í Norðurlandahúsinum hesa vikuna. Meinhard Jacobsen ivast ikki í, at sumt av tí, sum kemur fram við slík høvi, onkusvegna kann brúkast í praksis. Men verri enn so alt, sum [...] skuld. Tí ikki alt, sum granskað verður í, er brúkiligt í praksis. Granskað verður fyri at klárleggja nøkur ávís viðurskifti, sigur hann. Men hinvegin er eingin ivi í um, at til ber at brúka nógv av tí,
fýra og fimm mál í 2. hálvleiki. Soleiðis var tað ikki hesa ferð. Føroyingar skoraðu tvey mál í evstu løtu, og nú hava allar europeiskar fótbóltstjóðir fingið gula kortið: Í Føroyum verður tað ikki sum [...] menniskju gloyma, ja gloyma so skjótt, verður tikið til í einum vøkrum sálmi. Hetta er satt á øllum økjum í lívinum. At tað eisini er galdandi í fótbóltslívinum, kunnu øll tey, sum nutu summarveðrið á [...] mangan áður hevur verið. Tað er strevið at vera lítil í altjóða høpi. Tey stóru kunnu spæla illa og alíkavæl fara úr Føroyum við øllum stigunum, mundi mala í høvdinum á mongum. Men so var tað, at tað, sum hevði
rúsdrekka. Í dag er hann tó vorðin avhaldsmaður, og umframt at ansa sær sjálvum, er hann í dag virkin í einum felagsskapi fyri fyrrverandi leikarar, sum eru komnir illa fyri, eins og hann í Arsenal roynir [...] liðnum. Í ensku kappingini kundi kanska gingist nakað betri hjá liðnum. Teir vórðu slignir úr kappingini, tá teir í fjórðingsfinaluni taptu 1-2 fyri Newcastle, men at vera millum átta tey bestu liðini í Onglandi [...] er eisini sjónligt, at hetta árið í enska milliónabýnum hevur broytt lívsáskoðanina hjá Inga. Í øllum førum er tað soleiðis, at tú ofta hevur hug at gloyma, at talan í veruleikanum bert er um ein stóran
ganga í so nógv ár var helst, at hann segði við meg, at um eg segði eitt orð við nakran um tað, so skuldi hann í fongsul í seks ár. Eg billaði mær inn, at eg var góð við hann og ikki vildi hava hann í fongsul [...] Í februar mánaði í ár avdúkaði hon loynidómin, sum hon hevði borið, síðani hon var barn. Frá tí at hon var eini seks ára gomul, til hon var 15 ára gomul, misnýtti pápi hennara hana, og ikki fyrr enn í [...] verða spurd um. Eg fekk so nógv at hugsa um, at eg gavst á HF, har eg byrjaði í august í fjør. Eg kláraði ikki at ganga í skúla, samstundis sum eg hevði alt hetta at hugsa um, sigur hon. Eftir at hon var
rindaði ov lítla løn? Hví ber hann í bøtuflaka fyri arbeiðsgevara, sum í mánaðir ikki rindar løntakarunum lønina, sum teir eiga rætt til, tá hann veit betur? Greinin í Dimmalætting vísir skilliga, at Bjørn [...] persónar, sum í felag leggja fram hetta uppskot, sum ikki bert er ein hóttan móti fakfelagsstættini, men eisini er ein óhugnalig roynd at traðka niður nakrar av teimum mest týðandi táttunum í tí rættartrygd [...] rættindum, hava roynt at bilt fólki inn, at í Føroyum valdar fullkomin ruðuleiki á arbeiðsmarknaðinum, og at ein arbeisrættur skal fáa skil á hesm viðurskiftum aftur. Føroya fólk og ikki minst føroyski
variantur av V. Men sviar ásannaðu í 2006, at W nú verður so nógv nýttur – serliga á alnótini – at teir góvu honum egið pláss í stavraðnum. W verður líka nógv nýttur í Føroyum sum í Svøríki. C verður enn meira [...] málfólk hava tíverri gjørt eitt mistak, sum í staðin fyri at gera føroyskt rúmligari, ger tað trengri. Sum í staðin fyri at gera tað liðiligari, ger tað stirvnari. Sum í staðin fyri at gera tað størri, ger tað [...] ina so tronga, at Zion í Kollafirði, Mizpa á Eiði, Ebenezer í Havn og Zarepta á Vatsoyrum enda uttanfyri? Tað er eingin orsøk til tað! Avgjørt eitt mál fyri tingið! Tað hevur í kjakinum m.a. verður sagt
yvirhøvur hava fastnettelefonir enn í dag er júst tann, at fólk halda tað vera ov dýrt at tosa í fartelefon. Men hvussu dýrt er tað í veruleikanum? Fara vit aftur miðskeiðis í hálvfemsini, so kostaði tað 80 [...] er um nakra hálvmyrka kjallafyritøku, hevur Kall sítt sæti í vindaeygaklædda norðara endanum á ovaru hæddini í gamla IDÉ-húsinum á Óðinshædd í Havn, har stjórin Bjarni Askam Bjarnason og hini ellivu st [...] eftir lopið inn á marknaðin fyri tveimum árum síðan. ??????????? Kall í stuttum Kall er størsti privati fjarskiftisveitari í Føroyum við einum marknaðarparti á umleið 20 prosent innan telefoni og internet
Skaldskapur í óbundnum máli er rættiliga ung list í Føroyum. Sum í øðrum londum hava vit okkara sagnir og ævintýr, ið eingin veit aldur á, og eingin kennir upphavsfólk til. Meðan teir í øðrum londum hava [...] hava fingist við skaldsøguskriving í øldir, ja, í ártúsund, so er skaldsøguskrivingin í Føroyum bert gott og væl 100 ára gomul. Tað er ikki burtur av leið at siga, at tað var Hammershaimb, sum við sínum [...] Patursson og Regin í Líð, allir føddir sama ár, 1871. Regin í Líð ella Rasmus á Háskúlanum var tann, ið avrikaði mesta bragdið við at skriva fyrstu førisku skaldsøguna "Bábelstornið", ið kom út í 1909. Hevði