tí kvoturnar eru so høgar, sum tær at kalla ikki hava verið fyrr. Men eitt annað er so tað, at russarar og norðmenn hava minkað kvotuna. Tað fær samgongan einki gjørt við, men tað verða vit noydd at góðtaka [...] góðtaka. Útlit eru eisini fyri at kvotan minkar eitt sindur næsta ár, og hóast tað einki hevur við fiskivinnunýskipanina at gera, er tað ikki nakað, vit fáa gjørt nakað við, sigur Løgmaður. Men hóast kvotan [...] kjalarvørrinum á Hanus Hansen, reiðari í Klaksvík, hevur givið samgonguni størstu skyldina fyri, at hann nú noyðist at selja Sjúrðarberg og at siga 25 fiskimonnum upp, Løgmaður sigur, at í fjør vóru tað Hanus
ringt at meta um, hvar ÍF Føroyar liggur í mun til Frem. Fyri jól vóru úrslitini einki serligt, men nú eru teir vælkoyrandi og tað er farligt. Tá er ÍF Føroyar eitt sera sterkt lið. Tí havi eg eisini ávarað [...] yvir, at ein sigur er eitt krav. - Annars sleppa vit ikki víðari í kappingini, tað er so einfalt sum tað. Ikki minst aftaná tapið um vikuskiftið, mugu vit reisa okkum. Í so máta er nógv meira upp á spæl [...] enn tað er hjá ÍF Føroyum, heldur Andreas Lava Olsen. - Leikararnir hjá ÍF Føroyum eru kanska eyka motiveraðir eisini, nú tað er Frem, teir møta, har nógvir føroyingar hava spælt. So kunnu teir vísa, at
Tað eru nógv fólk, sum harmast um, at dreymurin hjá Sverra Nielsen um eitt OL heiðursmerki, brast í nátt – hóast eitt fjórðapláss í eini OL-finalu er eitt bragd í sær sjálvum. Men í heyst fáa vit øll høvi [...] at tað er eitt bragd fyri ein føroying at vera nummar fýra á OL, men beint nú er tað eitt vónbrot, tí vónirnar vóru um meiri. Nú finalan var, høvdu teir eisini sett upptøkutól upp fleiri staðni í Havnini [...] árini hjá føroyska úrvalsrógvaranum hava verið, tí tá verður ein heimildarfilmur vístur um hann. Tað eru teir báðir, Heðin Arge og Rógvi Langgaard sum hava verið flugur á vegginum hjá Sverra Nielsen í tvey
saman við Strandferðsluni, so at vit fáa eitt alment reiðarí, ístaðin fyri tey trý, vit nú hava. Hann hevur boðað frá, at hann kannar um nakrir stór-rakstrarfyrimunir eru við eini slíkari ætlan Men flestu [...] Sosialurin í dag. Fleiri politikarar halda, at sporini ræða og summar av teimum samanleggingum, sum eru framdar, tala avgjørt ikki fyri at leggja fleiri stovnar saman. Í løgtinginum í gjár nevndu politikarar [...] fara fram eina aðru ferð, tí fyrimunir og vansar mugu kannast út í æsir Men tað kom eisini fram, at nú tos hevur tikið seg upp um at flyta Vaktar og Bjargingartænastuna, vóru tað fleiri sum bjóðaðu seg
tær góðu søgurnar eisini eru at finna aðrastaðni enn í Amerika ella Onglandi. Eg haldi, at lesarar nú vilja hava eina meir fjølbroytta mynd av muslimska heiminum enn hana, vit fáa í dagliga tíðindastreyminum [...] herfyri varð eisini fyri fyrstu ferð varpað serligt ljós arabiskar bókmentir. Kenna okkum aftur Tað eru serliga metseljarar, sum ”Drageløberen” og ”Yacoubians hus”, ið fara fram í ávikavist Afganistan og [...] Borre. Hesum er Ulla Prien, cand.phil á Universitetinum í Keypmannahavn, samd í. Hon vísir á, at tað nú er vorðið pláss fyri øðrum enn bara religiøsum lýsingum av muslimska heiminum, ið annars hava merkt
Føroyar bastu Eysturríki, og byrjar hetta klokkan 14. - Tað eru jú liðin 18 ár síðani, at hasin dysturin varð spældur. Og tey, sum í dag eru um 20 ár og yngri, hava kanska als ikki sæð dystin. Tey hava [...] so nú kunu fólk gera sína egnu meting, um tey síggja báðar dystirnar. Og verður meira gjørt burtur úr hesaferð, enn tit vanliga gera til landsdystir? - Tað verður sjálvandi eitt sindur eyka. Vit tosa [...] tosa í løtuni um, hvat og hvussu vit gera hetta. Men eg fari so ikki at nevna smálutirnar her og nú, sigur Tórður Mikkelsen, sum sjálvandi verður av teimum, sum fara at siga frá dystinum leygardagin.
síðani var hýrurin rímuliga góður. -Vit hava nú borað niðar á 1800 metrar, og boringin gongur sum ætlað. Hóast veðrið ikki hevur verið av tí besta alla tíðina, síðani vit settu borin í fyri góðum trimum vikum [...] setti á undirgrundina. Tá sagt verður, at boraðir eru 1800 metrar, so er tað frá boripallinum. Dýpið, har borað verður, er umleið 750 metrar. Sostatt eru boraðir gjøgnum undirgrundina góðir 1000 metrar. [...] steðga boringini. Eftir hvønn steðg tekur tað so eisini eina løtu at fáa gongd á aftur boringina. Men nú sær betri út, og BP roknar við at kunna røkka tí fyrsta málinum í brunninum fyri jól. Portalurin skilur
Men hetta skuldi so givið okkum gott grundarlag til næsta festival. Í øllum førum kunnu vit siga, at støðið nú er lagt, sigur Steintór Rasmussen. Næsti Summar Festivalur verður vikuskiftið 4. og 5. august [...] sunnudagin 6. august. Steintór Rasmussen sigur, at tað altíð eru viðurskifti, ið bøtast kann uppá, og hesum verður eisini arbeitt við, tí tað eru tey góðu tilboðini, sum skulu selja festivalin. Eitt av málunum [...] Hetta sigur Steintór Rasmussen, høvuðsmaður aftan fyri Summar Festivalin, nú tey hava havt fyrstu eftirmetingarnar. Í fjør vóru tey gott og væl 4.000, ið vitjaðu festivalin, meðan talið í ár var 8.000
Tað eru tvær søguligar hendingar í hesum. Fyri tað fyrsta fáa vit ein føroyskan virðisbrævamarknað, sum gevur føroyskum feløgum og fyritøkum møguleika at skráseta seg og blíva virðismett. Og vit fáa við [...] Atlantic Petroleum tað fyrsta føroyska felagið, sum skrásetir seg, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, nú Atlantic Petroleum verður skrásett á íslendsk-føroyska virðisbrævamarknaðinum. Ein nýggjur heimur Løgmaður [...] kapitalur í Føroyum, og hesin má gerast aktivur, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður. Serliga áhugavert júst nú Jóannes Eidesgaard heldur, at hetta framstigið kemur í einum tíðarskeiði, sum er serliga áhugavert
ímóti EB/Streymi. Tá var talan um tætta uppgerð. Vit vóna eisini hesa ferð tað besta, men vit ásanna, at B68 hevur nógv og gott fólk, og at teir eru upplagdir favorittar ímóti okkum, sigur EB/Streyma [...] eisini. Fyrrverandi KÍ spælarin hevur verið skaddur í nakrar vikur, men nú er hann tøkur aftur. Marcello Marcellino hevur verið skaddur. Nú er hann farin at venja aftur. Hann er í hópinum ímóti EB/Streymi, men [...] fjórðingsfinaluni á útivølli. Allir EB/Streyma spælararnir vóru tøkir til dystirnar seinast, og teir eru allir við aftur hesa ferð. Fríðin tøkur Hjá B68 er tað greitt, at liðformaðurin Fróði Benjaminsen ikki