Ivast stórliga í ætlan hjá Jacob Vestergaard

Politikarar í samgongu og andstøðu taka kaldliga ímóti ætlanini hjá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, um at kanna møguleikarnar fyri at leggja øll skipini í eitt felags reiðarí í Suðuroy Tað er ógvuliga ivingarsamt um Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, fær undirtøku fyri at leggja Magnus Heinason og skipini hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni saman við Strandferðsluni, so at vit fáa eitt alment reiðarí, ístaðin fyri tey trý, vit nú hava.

Hann hevur boðað frá, at hann kannar um nakrir stór-rakstrarfyrimunir eru við eini slíkari ætlan

Men flestu politikarar bæði í samgongu og í andstøðu, halda, at soðið er í tynra lagi, skrivar Sosialurin í dag.

Fleiri politikarar halda, at sporini ræða og summar av teimum samanleggingum, sum eru framdar, tala avgjørt ikki fyri at leggja fleiri stovnar saman.

Í løgtinginum í gjár nevndu politikarar bæði Vinnuháskúlan og Kringvarpið, sum dømi.

Og mátin, sum Strandferðslan varð flutt til Suðuroyar upp á, varð brúkt sum eitt skúladømi um, hvussu landsstýrið ikki skuldi fara fram eina aðru ferð, tí fyrimunir og vansar mugu kannast út í æsir

Men tað kom eisini fram, at nú tos hevur tikið seg upp um at flyta Vaktar og Bjargingartænastuna, vóru tað fleiri sum bjóðaðu seg fram.

Norðoyapolitikarar halda, at hon skal flytast til Klaksvíkar og onkur eysturoyarpolitikari heldur, at hon liggur ongastaðni so gott sum í Eysturoy, skrivar Sosialurin.

Jacob Vestergaard vissar tó um, at onki verður gjørt, uttan at tað er kannað væl og virðiliga.