Venjarin spyr Lava um hjálp

Síðani ÍF Føroyar trekti BK Frem í steypakappingini, hava bæði leikarar og venjarar tráðspurt Andreas Lava Olsen um føroyska felagið í Keypmannahavn. Leirvíkingurin hevur ávarað og sagt, at ÍF Føroyar avgjørt skal takast í álvara

– Bara tí, at eg eri føroyingur, rokna teir við, at eg veit alt um liðið og kenni hvønn einstakan leikara, flennir Andreas Lava Olsen, sum næstan hevur verið til av­hoyr­ingar hvørja venjing, síðani tað gjørdist greitt, at ÍF Føroyar og BK Frem bresta saman í donsku steypa­kappingini, Ekstra Bladet Cup.
Bæði leikarar og venjari hava spurt seg fyri, og Andreas hevur so roynt at greitt frá tí, hann veit. Flestu av leikarunum kennir hann frá føroysku landskappingini, um ikki persónliga so sum kapp­ingar­neytar.
– Men tað er sera ringt at meta um, hvar ÍF Føroyar liggur í mun til Frem. Fyri jól vóru úrslitini einki serligt, men nú eru teir vælkoyrandi og tað er farligt. Tá er ÍF Føroyar eitt sera sterkt lið. Tí havi eg eisini ávarað og sagt, at uppgávan skal stakast í stórum álvara, greiðir Andreas Lava Olsen frá.
Leir­víkingurin dylir tó ikki yvir, at ein sigur er eitt krav.
– Annars sleppa vit ikki víðari í kappingini, tað er so einfalt sum tað. Ikki minst aftaná tapið um vikuskiftið, mugu vit reisa okkum. Í so máta er nógv meira upp á spæl hjá okkum, enn tað er hjá ÍF Før­oyum, heldur Andreas Lava Olsen.
– Leikararnir hjá ÍF Føroyum eru kanska eyka motiveraðir eisini, nú tað er Frem, teir møta, har nógvir føroyingar hava spælt. So kunnu teir vísa, at tað ikki er neyð­ugt at spæla aðrastaðni enn við ÍF Føroyum, sigur Andreas Lava Olsen.