Tá bókaforløg leita eftir nýggjum bókum, venda tey í alsamt størri mun eyguni móti Miðeystri og muslimska heiminum. Lesarar vísa nevniliga støðugt størri áhuga fyri fyri søgum, sum lýsa gerandisdagin og mentanina í teimum londum, sum seinnu árini hava staðið ovast á breddanum í vesturlendska tíðindaflutninginum. Og á altjóða bókamessuni í London herfyri varð eisini fyri fyrstu ferð varpað serligt ljós arabiskar bókmentir.
Kenna okkum aftur
Tað eru serliga metseljarar, sum ”Drageløberen” og ”Yacoubians hus”, ið fara fram í ávikavist Afganistan og Egyptalandi, sum hava latið upp dyrnar til arabiska heimin, sigur Merete Borre, forlagsstjóri fyri týddar bókmentir á Gyldendal, við Kristeligt Dagblad. Hon hevur júst verið við til at geva út nógv róstu skaldsøguna Huset ved moskeen eftir iranska rithøvundan í útlegd Kader Abdolah.
- Støðugt fleiri lesarar fáa eyguni upp fyri, at tær góðu søgurnar eisini eru at finna aðrastaðni enn í Amerika ella Onglandi. Eg haldi, at lesarar nú vilja hava eina meir fjølbroytta mynd av muslimska heiminum enn hana, vit fáa í dagliga tíðindastreyminum, sigur Merete Borre.
Hesum er Ulla Prien, cand.phil á Universitetinum í Keypmannahavn, samd í. Hon vísir á, at tað nú er vorðið pláss fyri øðrum enn bara religiøsum lýsingum av muslimska heiminum, ið annars hava merkt kjakið mest.
- Fagrar bókmentir geva eina góða lýsing av gerandisdegnum, sum hann sær út aftan fyri politiska kjakið. Bøkurnar geva okkum nakað, ið vit øll kenna aftur, nevniliga kenslur, sambond millum menniskju og teirra tankar um lívið, sigur Ulla Prien.