arbeiðshugur. Væl bar til - og í dag búgva nakað omanfyri 300 fólk í bygdini, 316 fyri at vera heilt neyvur í hesi løtu, og hon stendur í støðugum í vøkstri. Frá útjaðara er Rituvíkin í dag ein partur av landsins [...] Í 1879 fluttu Magnus Olsen og konan Sára Malena Huusgaard inn í 5. húsini í niðursetubygdini Rituvík. Tá vóru 6 ár gingin síðan hin gitna dagin – um jóltíðir í 1873 – tá Per og Nicolina sum tey fyrstu [...] Venzel og Marina. Tey settust niður í Rituvík, og fingu helst tann kendasta barnaflokkin í landinum nakrantíð. 12 børn - systkin - fødd í árunum frá 1920 fram til 1938. Í 2017 gav Guinness World Records teimum
Fríðrikson aftur á land í Havnini. Nú var hann prestur við spidalskahospitalið í Reykjavík, og seinri havi eg hoyrt um hann sum oddamann fyri KFUM í Íslandi. Hann var aftur inni á gólvinum í Geil, át døgurða [...] Longu í 1835 var skómakarin Søren Olsen farin at hava skeinkistovu í hesum húsunum. Brúk var fyri einum vertshúsi í Havn, tí nógvir fiskimenn – skotar, bretar, hollendingar og hetlendingar – komu uppá [...] frá Framhaldið av hesi grein er frásøgn dagfest 18.10.1923, sum finst í skjalasavninum hjá Petur Alberg. Petur var granni til Vertshúsið, og hann greiður livandi frá hesum umhvørvi: Núverandi ”Hotel
var um flótandi fótbóltsspæl, megnaðu teir í fleiri førum at halda bóltin hampuliga leingi í egnari røð, og onkuntíð tóktist teir eisini at hótta Bjarna Johansen í VB-málinum. Serliga var tað Helgi L. Petersen [...] um hetta mundi, men spakuliga kom VB aftur við í dystin, júst soleiðis sum gøtumenn sjálvir vóru tiltiknir fyri at gera í gullárum sínum. Tað var serliga í kvikum mótálopum, at gestirnir vóru vandamiklir [...] spenningurin alla tíðina til staðar í dystinum, og var tað fyrst og fremst hesin, sum bar undirhaldsvirðið á dystinum uppi. Móti endanum av dystinum kom tó rættuligur dramatikkur í, tá dómarin sá seg noyddan at
. Í 1974 bygdi hann eini hús í trimum hæddum longri uppi í Torfinsgøtu og lat upp kolonialhandilin Müllersbúð. Húsini blivu í 1975 seld til Jóan Petur og Birgir Andreasen, sum eisini høvdu handil í húsunum [...] Vørubúðin, í húsunum hjá foreldrunum í Varðagøtu 22. Hetta var í 1970, og hann var tá 20 ára gamal. Kári giftist í desember hetta árið við Annu, f. Simonsen, dóttir Bodil og John Simonsen, John á Gørðum, í Klaksvík [...] Klaksvík og í 1990 eina deild í Fuglafirði. Frá 1992-94 hevði hann eina deild í danska býnum Vejle. Í 1994 lat hann upp handilin, Skálkur, við klæðum til ungfólk, og í 1995 lat hann upp eina deild hjá donsku
síni. Tey gomlu plagdu at siga frá einari mammu og dóttir her í Vestmanna, ið báðar lógu deyðar í fjørðuni við tarablaðnum í munninum. Men í 18. og 19. øld doyðu nógv fólk, sum vóru biddaraferðir millum [...] danska í horninum, og tá ið kríggið var liðugt, skuldi tað danska flaggi vera brúkt av øllum í Føroyum. Men tíbetur, har mátti bæði amtmaður og Andrass bíta í tað súra eplið. Tá ið heimastýrið í 1948 bleiv [...] kavrotið og ólóg-ligt. Hesir her komu avtrat Andrassi í landsstýrið: Kristian Djurhuus, Jóan Petur Davidsen og Louis Zachariassen. Hvør ið hevði fingið hesar í Tinganes at sita, veit eg ikki, eg hevði verið burturi
mistak! Vilja brot og óvilja brot Í verandi stund eru vit í Føroyum í tí grotesku støðu, at lógirnar um valdsgerðir og manndráp eru rættvísari enn ferðslulógin!! Í hesum lóginum verður støða tikin til [...] vilja - brot ið eru gjørd í óflýggjaskapi! Missa koyrikortið treytað! Øll hesi brot verða koyrd í ein og sama posa, og fáa somu revsing. Pól á Tvøroyri, Katrina í Miðvági, Hans í Runavík sum hava koyrt siðiligt [...] siðiligt og hampuligt í ein mansaldur, fáa somu revsing sum hasardkoyrarnir og spritbilistarnir, tey missa koyrikortið treytað! Svara tey 10 av 60 teorispurningum skeivt uppi í bileftirlitinum, missa tey
Beddustovu í Dali. Men hann var bert aðru hvørja viku við Gjógv. Tá gisti hann í ymsum húsum í bygdini. Tá ið hann fór frá í 1912, kom ein úr Havn, sum æt Louvisa. Hon gisti í Lon. Tá ið eg gekk í skúla, vóru [...] verið prentað í FF-blaðnum og í Sosialinum. Tað var Lorvíks Jóannes (Johannesen), sum átti skipið, og FF-blaðið hevur eisini havt frásøgn hjá dóttur hansara Doru m.a. um skipini hjá Jóannes. Tað gekk nokk [...] teir komu so. Jóannes var ein ordiligur maður. Hann átti ikki bara Arizonu, hann átti eisini Kristiannu og Ortariu. Fyrsta grind í 28 ár Í 1925 og 1926 førdi Óli Andrias Langanes, og í 1926 var tað, at
Men í klæðsekkinum var ein knívur í ongum slíðra og í fallinum fekk drongurin knívin upp í búkin og meiddi seg so illa, at hann slapp ongan veg, og hetta bjargaði lívi hansara. Eg skal skoyta upp í, at [...] Allar einkjurnar her í bygdini og teirra menn hoyrdu til (brøðra)samkomuna í Elim. Flestu teirra vóru eisini í ætt. Teir tríggir brøðurnir í Niðaragerði vóru systkinabørn við Sámal í Klova og Tummas á Lygnesi [...] andaliga økinun. Eg minnist í mínum uppvøkstri, at møtir vóru hildin í turkihúsinum hjá Petur Weihe, har beinkir vóru tiknir úr salinum og missiónshúsinum, og so fóru øll á møti í turkihúsinum. Av góðum grundum
er eftir Jóannes Mørkøre, Jóanes hjá Hermanni, sum hann varð róptur millum manna. Sum ungur lá Jóannes á sanatoriinum, hagan henda søgan stavar frá. Har lá ein maður, sum kallaðist Martinus í Nesinum [...] liggur uppi undir Brøttubrekku niðan frá bygdini. Men so løgið kann tað vera. Tá abbi kom niðan í Súrlág, tá lætnaði astman av honum, og hann gjørdist ikki trongur aftur fyrr enn Tollaksmessudag í 1913, [...] visti væl við. Símun Petur, pápabeiggi, og pápi vóru heima í Mikladali og róðu út. Abbi visti ikki, um teir lógu heima ella vóru úti hendan feigdardagin. Mikladalsmenn høvdu verið niðri í fjøru at kanna líkindini
sigur Formaðurin í TB, Jóan Petur Olgarsson. Bygnaðarbroytingar í væntu Nevndarlimur í TB úttalar seg um broytingar í bygnaðinum í TB, ið eru í væntu, hann leggur afturat at úrslitini í kvøld ikki gjørdu [...] feløgunum í oynni saman í eitt oyggjalið. Samstundis hava tey avbera góðu úrslitini í ungdómsdeildini, seinastu árini, eisini verið ein stórur partur av tí. Tvørámenn vilja ikki samstarv Á eykaaðalfundi í TB-húsinum [...] samtakið. Í Royn verður helst lagt upp til, at hetta skal fevna um allan fótbólt, eisini allar tær yngru deildirnar. Bæði í Vági og í Hvalba var greiður meiriluti fyri samstarvi millum feløgini í oynni, tað