Heimastýrislógin

Mass Andria Fitjar
Vestmanna

Tá eg hoyri teir føroysku prestarnar blíva við at júka niður í okkum, at vit hava drotning í Føroyum, so er tað ikki rætt. Vit, ið enn eru á lívi og sum erliga valdu loysing frá Danmark tann 14. september 1946, vit høvdu eingi ynskir um at hava nakrar danskar lepar hangandi eftir frá kongs- og amtstíðini og als ikki drottning.
Vit, ið eru gomul í dag, hava meira enn gott er av ringum minnum frá sambandstíðini við Danmark. Eg kann minnast, tá ið bæði kvinnur og menn gingu biddaragongd upp um fjøll og niður í dalar í vónini um at fáa okkurt etandi til sín og síni. Tey gomlu plagdu at siga frá einari mammu og dóttir her í Vestmanna, ið báðar lógu deyðar í fjørðuni við tarablaðnum í munninum. Men í 18. og 19. øld doyðu nógv fólk, sum vóru biddaraferðir millum bygdir, sjálvandi hava tey verið svong og illa fyri tá ið tey eru farin frá húsum. Kom so illveður á tey so hava ongar kreftir verið at staði ímóti við.
Men syrgiligast var at síggja børnini ganga hús úr húsi svong og royna at fáa okkurt etandi. Í allari neyðini fóru tuberklarnir at gera um seg, og teir tóku lívið av nógvum, bæði gomlum og ungum. Eg kendi fleiri, ið doyðu av tuberklum. Grønmeti og frukt sá man einki av, sjálvt um vit seldu nógvan fisk til miðalhavslondini. Tað bleiv sagt at danir vóru pliktaðir til at keypa vín fyri tann fiskin, ið føroyingar seldu til miðalhavslondini, um føroyingar skuldu fáa nakrar pengar fyri fiskin. Sambandið helt tað vera eina velduga tænastu danir vístu føroyingum. Øll tríatiárini fekst einki fyri fisk. Eg kann minnast, at í 1939 fingu vit ikki meira enn 33 oyri fyri kilo av góðum grønlendskum saltfiski. Tá vit vóru komnir inn í 1939 var støðan sera ring í Føroyum, eftir eitt langt áramál við sambandi og amtsstýri. Betur bleiv tað ikki eftir at tann tiltikni harðrendi danski sakførarin Simons var komin til Føroyar at róta í øllum deyðsskuldara- og fallitbúgvum. Eg minnist til fleiri faamiljur, ið høvdu bygt sær eitt heim hvar nakrar krónur manglaðu til húsini vóru goldin, tey fingu onga tíð til at umráða seg, men blivu hart og brutalt rikin út úr tí heimi, sum tey høvdu ofrað nógv-ar kreftir uppá at bygt upp. Tað segðist, at hesin sakførarin var stórríkur tá ið hann fór úr Føroyum, hesin sakførarin hevði gjørt nógvar familjur til taparar, áðrenn hann fór til Dan-markar.
Man plagar at siga, at Várharra bara ger tað, ið gott er, tað fingu vit prógv fyri í 1940 eftir at Hitler hevði lagt sínar breiðu ørnaveingir yvir Danmark. Vit fóru ikki aftur til Grøn-lands í 1940, men í staðin høvdu vit fingið ein góðan sáttmála við Ísland, at sigla við ísfiski til Bretland. Samstarvið við bæði íslendingar og bretar var sera gott. Tá ið eg so komi at hugsa um tann stóra forskel, í Grønlandi bleiv okk-um noktað alt, líka drekkivatn. Hví danir vóru so ónærisligir veit eg ikki.
Kríggið var ikki meira enn avhasað í 1945, tá fleiri løgtingsmenn fóru til Keypmannahavnar. Vit sum minnast hvussu elendugt tað hevði verið undir sambandinum, hvar teir vóru einaráðandi í Føroyum, leggið til merkis, at so skjótt hesir mennirnir seta fótin á danska jørð fer at ganga eftir reyv her í Føroyum, og tað hevur staðið við til dagin í dag. Hesir mennirnir, sum gingu og mólu í Keypmannahavn fingu einki av skafti, so helt Knút Kristensen, sum var statsministari, at fólkaatkvøða var best at fáa forholdið Føroyar-Danmark avklára. Alt løgtingið tók undir við fólkaatkvøðuni og dagurin bleiv til 14. september 1946. Nógv bleiv skrivað og agiterað, og tá ið resultatið fyrilá vóru 5638 atkvøður fyri loysing, taparin var sambandsatkvøðurnar við 5454 atkvøðum. Dagin eftir hoyrdi eg Knút Kristensen í radio siga, at úrslitið av fólkaatkvøðuni var greitt, at nú skuldi loysingin fyrireikast og nú ráddi um at skiljast sum vinir. Skilnaðurin bleiv ikki, tí Petur Mohr Dam, Kristian Djurhuus, Andrias Post og aðrir suðuroyingar sendu neyðarróp til Danmarkar um at fáa krígsskip til Føroyar at niðurberja okkum, ið erliga høvdu valt loysing frá Danmark. Alt sum afturhaldið gjørdi saman við dønum aftaná fólkaatkvøðuna er størsta svik, ið nakrantíð er framt á Føroya landi. Uttan at spyrja fólkið, veljaran, seta teir heimastýrislóg í Føroy-um, og Andrass Samuelsen settu teir til løgmann, tað kann bara vera at provokera okkum, sum høvdu valt loysing. Øll sum minnast Andrass, so var hann sterkt ímóti at føroyskt slapp inn um skúla- og kirkjugátt og í 1940 tá onglendingar settu føroyingum bann fyri at flagga við donskum flaggi, gjørdi hann allar knútar saman við amtmanninum Hilbert um at føroyskt flagg ikki skuldi nýtast. Teir vildu hava eitt grønt flagg við tí danska í horninum, og tá ið kríggið var liðugt, skuldi tað danska flaggi vera brúkt av øllum í Føroyum. Men tíbetur, har mátti bæði amtmaður og Andrass bíta í tað súra eplið.
Tá ið heimastýrið í 1948 bleiv kroyst ólógliga niður yvir heysarnar á okkum og Andrass Samuelsen líka ólógliga settur sum løgmaður, síðan hevur einki skil verið, tí alt sum er framt er kavrotið og ólóg-ligt. Hesir her komu avtrat Andrassi í landsstýrið: Kristian Djurhuus, Jóan Petur Davidsen og Louis Zachariassen. Hvør ið hevði fingið hesar í Tinganes at sita, veit eg ikki, eg hevði verið burturi, men fólkið høvdu teir ikki aftan fyri seg. Fíggjarliga vóru Føroyar so væl fyri í 1945, sum tær aldrin hava verið áður. Tað fyrsta sum hesir harrar ið høvdu tikið sætið í Tinganesi, var at lata danir fáa ágóðan av teimum milliónum, ið føroyingar áttu í Bretlandi. Nú vóru Føroyar komnar niður á tað støði tær vóru í 1939. Tað er nógv fyri.
Eg var 27 ár tá ið eg valdi fríheitina 14. september í 1946, nú nærkist eg nógv 86 árum, eg havi bara sæð svik og bedragarí og landið hava teir koyrt fleiri ferðir á heysin, ja so galið er tað og nú standa teir sum ryssa uppi yvir deyðum fyli og naskast uppat tí donsku stjórnuni um at fáa loyvið at yvirtaka. Vita teir ikki, at tann rættin hava vit havt síðani 14. september 1946? Tað er hvørki Fog ella aðrir danskir ministarar, sum kunnu taka tann rættin frá okkum. Fog lyfrar fyri einum modernaðum ríkisfe-lagsskapi, sá eg í einari avís, nei Fog, haldi tykkum langt vekk frá okkara landi, vit eru troytt av kongs-, drotnings-, ministara- og forsetapátrongsul í Føroyum. Christiansborg, fólkating hava allar tíðir verið deyðsfellur fyri Føoyar. Eftir eitt langt lív veit eg bara eitt brúkiligt tilboð frá Christiansborg, tað var tá Nyrup Rasmussen bjóðaði okkum fýra ára skiftistíð. Tað er mær óforstáðiligt hví løgmaður ikki tók Nyrup Rasmussen uppá orðið tá, men stakk í sekkin.