Tá ið John hevði verið har í eitt skifti, heitti felagið á hann um at fara oman á hermetikkvirkið at arbeiða. Hetta var við tí ætlan, at John skuldi verða fyristøðumaður. John tók við leiðsluni á hermet [...] hermetikkvirkinum í 1954. Framleiðslan var margfald og bar boð um, at tað snúði seg um at fáa meiri burtur úr enn bara at flyta feskan fisk av landinum. Í sambandi við hermetikkframleiðsluna var John bæði í [...] spurningum at svara. Hetta festi seg so væl, at tað framvegis rennur fram í hugan, tá ið teksturin úr eitt nú Apostlasøguni verður lisin. John var ikki bara sunnudagsskúlalærari, men hann kendist at vera vinur
hvørja ferð, at Havnar Svimjifelag bæði í hylinum og uppi á turrum ger eitt so gott og stórt arbeiði, at tað er øllum øðrum til fyrimynd. ##med3## Av royndum veit eg, hvat krevst fyri at røkka úrslitum [...] hart tað er at venja upp í 20 tímar um vikuna. ##med2## Her er røðan hjá Anniku Olsen: Góðu svimjarar, venjarar, hjálparar og tit øll í Havnar Svimjifelag! Tað er mær ein gleði aftur í ár at kunna taka [...] spílaðu tit tykkum so nógv út, at tit fóru avstað við meira enn helvtini av øllum heiðursmerkjunum. Í teimum tilsamans 42 kappingunum vunnu tit gull í 28 av teimum, umframt at tit við 19 silvurmerkjum og
á H71-skotunum, fór Kyndil at leggja sjógv ímillum seinna partin av fyrra hálvleiki. Tað eydnaðist at økja upp í 12-7, áðrenn H71 fór at svara aftur. Hjá H71 var eyðsýnt, at leikarar sum Durita Toftum [...] gjørdist trupult hjá H71 at skjóta mál ímóti Tommu Petersen, ið var komin inn í Kyndilsmálið. H71 kundi ugga seg við, at Kyndil heldur ikki skotið mál ímóti Mie Julius. Tað var um reppið, at Kyndil fekk vart sigurin [...] til merkis, at Turið Arge Samuelsen var við aftur eftir barnsburð, eins og Bjarta O. Johansen var aftur, eftir nøkur kappingarár í útlegd. ##ms## Súna aftur í Kyndli Tað kom óvart á fleiri, at Súna Krossteig
toppdystinum á heimavølli ímóti HB og til dystin á Skála í kvøld. At spæla á útivølli eitt vanligt yrkakvøld plagar ikki at vera hildið at vera besta fyritreytin, og klaksvíkingir kendust ikki sørt troyttir [...] støðan var 1-0, so lúrdi møguleikin støðugt fyri, at tað skuldi eydnast heimamonnunum at javna, og Skála var viðhvørt í álopsstøðu. Tað eydnaðist ikki at vinna upplagda málmøguleikan, og tá ið fríspark úr [...] javnleikur, og tað bar við sær, at KÍ venjarin Mikkjal Thomassen beinanvegin eftir steðgin skifti bæði Patrik Johannesen og Ole Erik Midtskogen inn á vøllin. Í roynd at hvíla onkrar av stuðlsspælarunum
við árunum. - Fyri at taka enn størri hædd fyri tøknini, so arbeiði eg nú við at taka fleiri tøknilig fyrilit. Tá fáast fleiri meira veruleikakend úrslit burturúr. Vit noyðast eisini at taka tann møguleikan [...] og framleiðslu hvørt sekund. Tískil er sera viðkomandi í einari ph.d-verkætlan at seta spurningin: “Hvussu tryggja vit, at føroyska elnetið verður nóg støðugt, tá stórur partur av elframleiðsluni stavar [...] eisini nær tað loysir seg best at gera íløgur, greiðir Helma Maria Tróndheim frá. Skulu finna røttu loysnina Eisini viðger hon sjóvarfalsorkuna. Í fyrru greinini verður hugt at einum prísi, og møguliga fr
flogtíðin verður søgd at vera styttri enn áður boðað frá. Okkurt óvæntað hendir. Í flogfarinum, sum var klárt at fara á Bornholm, høvdu tær eitt tal. So nógv vóru umborð, klár at fara. Einasta flogfar [...] sera góðari tíð, stúri hvørja ferð fyri at verða ov seinur. Men aftur á slóðina, tá eg siti og bíði í floghavnum, hoyri eg í heilum tey rópa eftir fólki um at skunda sær til okkurt flogfar, flight nummar [...] hátalarunum um lagnuna hjá øllum hesum eftirlýstu fólkunum. Annars hevði onkur fragd av tí at fáa tey í fráfaringarhølunum at rópa eftir onkrum, sum ikki var til. Men navnið ljóðaði púra ørt, tá sakleys flogv
tíðarritinum Meetings International helt. Roger segði millum annað, at stórir møguleikar liggja í hesum segmentinum av ferðavinnuni, og at fyri Føroyar kann hetta hava stórar inntøkur við sær. Eisini greiddi [...] verkætlanina. Hann setti sær fyrst og fremst fyri at seta eina skrá saman á einum fakliga spennandi og sera høgum støði. Samstundis hevði hann alla tíðina í huga, at hetta skuldi vera ein ráðstevna, har ráðst [...] gjørdust tilvitaðir um, at tey vóru í Føroyum. Hann fekk mentan og føroyska huglagið inn í ráðstevnuna við føroyskum dansi og føroyskari veitslu. Hann var eisini tilvitaður um, at ráðstevnugestirnir skuldu
í hesi framsýning og verkum teirra staðfestir, at listin ikki ræðist kontrastina – hon dyrkar hana. Og júst tí megnar hon at savna okkum. Hon fær okkum at líkjast, tí hon rúmar øllum. Tað, sum skilur okkum [...] vndini í Klaksvíkar Býráð havi eg javnan heiðurin av at halda røður til høvi sum hetta. Tað er altíð stuttligt og spennandi, tí mær dámar so væl at lesa uppá og sneyta eitt sindur um listafólkini, sum [...] vit stórt fragd í at fokusera uppá mótsetningar millum júst Klaksvík og Havn - Millum café latté og Húkin. Vit provokera og arga, aftur og fram, og í Klaksvík eru vit sum so nøgd við, at KÍ endar sum nummar
visti beinanvegin, at eg hevði mist hondina. Eg rann heim, og eg minnist, at eg hugsaði nógvar negativar tankar hesa stuttu løtuna. Eg hugsaði beinanvegin um avleiðingarnar, sum hetta fór at fáa, og um alt [...] sjúkrahúsið byrjaði eg at merkja pínuna, og eg fekk tá doyvandi heilivág við tað sama, sigur Hans Debes. Hann varð lagdur undir skurð alt fyri eitt, og hann greiðir frá, at læknin segði honum, at hann ikki var [...] var vísur í, um hann fór at klára at bjarga tummilinum, sum var einastu fingurin, ið eftir var á hondini, tí óvist var, hvussu tað var vorðið við nervum og spongum. Lukkutíð eydnaðist skurðviðgerin væl, og
luftina at vita, um nøkur tekin vóru um broyting í veðrinum. Tað eru í hesum døgum 21 ár síðani, at Petur byrjaði sum fastur veðurmaður á Sosialinum. Tað var í teirri tíðini, tá Sosialurin so at siga bara [...] Tað var als ikki ætlanin, at so skuldi verða, tí góða viku seinnni, 28. juni, fylti hann 90 ár. Miðlahúsið hevði boðið til móttøku at heiðra Petur. Men hann var so óheppin at bróta mjødnina sunnudagin [...] fúsur í Miðlahúsinum í 19 ár sum veðurmaður. Hann kom trúliga hvønn morgun at lesa veðurkort og skriva um veðrið til Sosialin og at lesa veðurtíðindini á Rás2. Petur Skeel varð føddur í Tungugøtu í Havn