Kyndil vann Lions-bikarið eftir longda leiktíð

Kappingarársins fyrsti hondbóltsdystur gjørdist spennandi og drúgvur

Kappingarárið í hondbólti tjóvstartaði í dag við stórsteypadysti, ið Lions Føroyar skipaðu fyri.

Og tað vóru , sum fóru við fyrsta Lions-bikarinum eftir at tær sigraðu 28-26 á H71 eftir longda leiktíð.

Fitt av fólki var komið í Høllina á Hálsi, har áskoðarainntøkurnar fóru til átakið, “Øll hava rætt til góð barnaár” hjá Bláa Krossi

Sí eisini: Spæla hondbólt fyri at hjálpa børnum

Kvinnurnar løgdu fyri tá ið steypavinnararnir úr H71 spældu ímóti Kyndli, ið lá fremst í grundspælinum tá ið kappingarárið brátt endaði í vár. Bæði vóru undir leiðslu av nýggjum venjarum. Hjá H71 var tað danski Carsten Thomsen og hjá Kyndli, var tað kroatiski Dragan Brljevic.

Teir báðir kundu síggja lið síni spæla eina spennandi undansýning til SMS-deildina, sum byrjar komandi vikuskiftið.Kyndil best í fyrra hálvleiki

Dysturin byrjaði javnt, har verjurnar høvdu høvuðsleiklutin.

Í álopinum skaraði serliga Natasja Hammer fram um hinar, tá ið hon ferð eftir ferð skoraði mál fyri Kyndil.

Hjá H71 var aloftast svarað aftur við Mariu Halsdóttir Weyhe.

Í mun til Kyndilsliðið, sum spældi seinastu dystirnar í vár, legðist væl til merkis, at Turið Arge Samuelsen var við aftur eftir barnsburð, eins og Bjarta O. Johansen var aftur, eftir nøkur kappingarár í útlegd.

##ms##

Súna aftur í Kyndli

Tað kom óvart á fleiri, at Súna Krossteig Hansen eisini var við. Hon skifti fyrr í summar til Aalborg í næstfremstu donsku deildini, men er sum skilst er Kyndilsleikari aftur.

Jovana Stranjanac spælir í Kyndli aftur í ár, men var ikki við í dag. 

Í hennara staði vardi Alda av Skarði málið, og tá ið hon fekk fatur á H71-skotunum, fór Kyndil at leggja sjógv ímillum seinna partin av fyrra hálvleiki. Tað eydnaðist at økja upp í 12-7, áðrenn H71 fór at svara aftur.

Hjá H71 var eyðsýnt, at leikarar sum Durita Toftum Joensen og Annika Petersen eru farnar av landinum.

 H71 stillaði við Fíu Winther Poulsen og nýggja danska málverjanum, Mie Julius, ið býttu spælitíðina ímillum sín.

H71 javnar út aftur

Kyndil var á odda í steðginum við 14-11, men í seinna hálvleiki bragdaði hjá H71.

Skjótt var javnað, og H71 legði seg á odda 19-18, tá ið klokkan vísti 41.30.

Nú var dysturin púra javnur, men Kyndil otaði seg fram 24-23, tá ið góðir fimm minuttir vóru eftir., og nú gjørdist trupult hjá H71 at skjóta mál ímóti Tommu Petersen, ið var komin inn í Kyndilsmálið. H71 kundi ugga seg við, at Kyndil heldur ikki skotið mál ímóti Mie Julius.

Tað var um reppið, at Kyndil fekk vart sigurin heim, tí við tíggju sekundum eftir var støðan framvegis 24-23. Tá var H71 um at tveita bóltin burtur, men á vinstra vongi eydnaðist tað at fanga hann aftur, senda hann til Mariu H. Weyhe, sum javnaði við einum sekundi eftir á klokkuni.

24-24, og so skuldi spælast longd leiktíð í tvær ferðir fimm minuttir.

Tomma og Sùna avgera

Og her gjørdi Kyndil skjótt av. Tomma Petersen forðaði fyri øllum royndum, og serliga við Súnu Krossteig Hansen fór at eydnast at fáa mál, og Kyndil økti upp í 27-24.

H71 fekk ikki mál fyrr enn góðar sjey minuttir av longdu leiktíðini, men so gjørdist tað brádliga eisini spennandi, tá ið H71 minkaði til 27-26 við okkurt um einum minutti eftir.

Men Súna Krossteig Hansen vildi tað øðrvísi, breyt ígjøgnum í høgru og avgjørdi dystin til úrslitið 28-26, og so kundi Kyndil lyfta Lions-bikarið.

Súna Krossteig Hansen og Natasja Hammer vóru toppskjúttar hjá Kyndli við tíggju málum hvør.

Fyri H71 skoraði Maria Halsdóttir Weyhe somuleiðis tíggju mál.