Tað leyp einki av hjá nýggja toppliðnum

Men tað eydnaðist akkurát at avgreiða setningin, sum var at vinna fulla úrtøku á Skála

Meistararnir úr Klaksvík eru nýtt topplið í bestu deildini. Eftir 1-0 sigur á útivølli ímóti Skála í góðveðrinum í kvøld hevur KÍ 47 stig og er eitt stig frammanfyri HB, sum tó hevur spælt ein dyst færri enn KÍ.

Tað var styttri enn trý samdøgur frá sigrinum í toppdystinum á heimavølli ímóti HB og til dystin á Skála í kvøld.

At spæla á útivølli eitt vanligt yrkakvøld plagar ikki at vera hildið at vera besta fyritreytin, og klaksvíkingir kendust ikki sørt troyttir og eitt sindur tungir, tá ið teir spældu.

Skálamenn hava ikki spælt í landskappingini síðani 23. august, tá ið teir taptu 1-0 á útivølli ímóti TB, og tað sást ikki í kvøld, at hetta var botnliðið, ið bara hevur vunnið tvey stig, sum hevði vitjan av liði, sum vit sigri kundu lyfta seg heilt upp á toppin.

Eftir fyrra hálvleik var støðan framvegis málleysur javnleikur, og tað bar við sær, at KÍ venjarin Mikkjal Thomassen beinanvegin eftir steðgin skifti bæði Patrik Johannesen og Ole Erik Midtskogen inn á vøllin.

Í roynd at hvíla onkrar av stuðlsspælarunum undan torføra útidystinum í Trognisvági leygardag og Europaavbjóðingini í næstu viku hevði KÍ venjarin tríggjar av stuðulsspælarunum á beinkinum frá fyrsta bríksli, og Heini Vatnsdal var als ikki á listanum.

Tá ið eitt korter var farið av seinna hálvleiki eydnaðist tað KÍ eftir stórt trýst fyrstu løtuna eftir steðgin at fáa hol á. Jóannes Bjartalíð legði við frísparki frá brotsteigarsamankomingini í vinstru innfyri, og Deni Pavlovic, sum í kvøld var í miðverjuni undir liðini á Odmar Færø, setti við høvdinum bóltin í málið. Hetta var fjórða málið hjá Deni Pavlovic í ár, og lítla løtu undan, at hann skoraði, hevði hann stóran málmøguleika. Eisini ta ferðina var tað eftir fríspark úr vinstru, sum Jóannes Bjartalíð tók sær av.

Klaksvíkingar høvdu bóltin størsta partin av tíðini, og tað mesta gekk fyri seg á Skálahálvuni. Men tá ið støðan var 1-0, so lúrdi møguleikin støðugt fyri, at tað skuldi eydnast heimamonnunum at javna, og Skála var viðhvørt í álopsstøðu. Tað eydnaðist ikki at vinna upplagda málmøguleikan, og tá ið fríspark úr góðari støðu varð misnýtt, so var torført at skora mál.

Síðstu minuttirnar spenti heimaliðið álopsbogan í botn, og møguleikin lúrdi fyri, at Skála skuldi vinna fríspark, hornaspark ella kanska eitt brotsspark

Tá ið vanliga leiktíðin var farin, royndi Ronni Møller-Iversen seg við frísparki úr 27 metrum. Bólturin fór flatt framvið manngarðinum, men Kristian Joensen bjargaði, og tað gjørdi hann eisini um enn ikki so sannførandi, tá ið Heðin Klakstein úr høgru legði høgt í brotsteigin.

KÍ avrikið var ikki sannførandi, og skálamenn kendu møguleikan fyri stigið alla tíðina.

Tá ið Dagfinn Forná bríkslaði fyri síðstu ferð, var lættin stórur í KÍ leguni.

Skálaavrikið varð staðfesting, av, at tað framvegis er møguleiki fyri at vinna seg úr botninum, hóast liðið framvegis ikki hevur vunnið.

 

https://www.in.fo/myndasavn/

 

Skála – KÍ 0-1 (0-0)

0-1: Deni Pavlovic 60.

Dómari: Dagfinn Forná

Skála: Bárður á Reynatrøð – Jónhard Frederiksberg, Teitur R. Joensen, Kristian Martin Jakobsen, Hjalti Strømsten – Pætur Dam Jacobsesen, Niels Pauli Danielsen – Heðin Klakstein, Ronni Møller-Iversen, Andreas Jacobsen – Aksel B. Danielsen

KÍ: Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen – Jóannes Bjartalíð, David Skrbec, Jákup B. Andreasen, Boris Dosljak – Abubakar Aliyu Ibrahim, Páll A. Klettskarð

 

191522581847
HB181512531446
NSÍ181224341438
B36171214512437
Víkingur191126392835
ÍF186210203620
EB/Streymur196112164019
TB193412142713
AB19071212557
Skála1702159492

Leygardagin 19. september

TB - KÍ

Sunnudagin 20. september

Víkingur - Skála

NSÍ - EB/Streymur

B36 - AB

HB - ÍF