og toftamenn eru mest sum púra javnir tvey stig aftanfyri GÍ. B68 hevur málmunin pluss níggju, og ÍF hevur málmunin pluss sjey. ÍF hevur skorað fleiri mál, so um tað fer at standa á jøvnum í stigum og málmuni [...] dómarin og linjuverjin ikki. KÍ-HB 9-5 (4-0) Tað hevur hilnast væl hjá KÍ síðstu vikurnar. Teir hava so at siga havt sama fólkið hvørja ferðina, og tað hevur sást aftur á úrslitunum. Høvdu teir havt verið [...] sjóarfallinum, so er ikki víst, at teir høvdu flutt niður. HB liðið hevur ongantíð vunnið á útivølli, og tað sigur nakað um, hvussu torført tað hevur verið at fingið fólk við út á bygd. Í Klaksvík vóru havnarmenninir
framtíðini, sigur Elin Lindenskov. ? Hetta kemur hann til, eftir at hann ongan áhuga hevur víst barnaansingini. Hann hevur forsømt fleiri fundir millum annað í feburar, tá ið barnaansing var einasta mál á [...] tingar og annað er klárt, men tað skal sjálvandi samtykkjast fyrst. Trupulleikin hevur verið, at Heðin Mortensen hevur ikki viljað viðgjørt málini. Hann kom við barnagarðinum í Sjónleikarhúsinum í februar [...] Stórt rumbul hevur verið í Tórshavnar býráð í seinastuni um trupulleikarnar á barnaansingarøkinum. Týsdagin hendi so tað, at sosiala nevnd í býráðnum varð umskipað, og formaður í nevndini er nú Heðin Mortensen
ógvuliga hugtikin av landinum, sum hann hevur granskað í nógv ár. Í 1984 gjørdist Vagn Wåhlin dosentur á Center for Nordatlantiske Studier við Universitetið í Århus, og hevur í hesum sambandi fylt við gongdini [...] Um vit líta aftur um bak, so hevur føroyski Javnaðarflokkurin gjøgnum tvey ættarlið arbeitt saman við sosialdemokratiskum/radikalum stjórnum í Danmark. Hetta samstarv hevur verið berandi megin í royndini [...] framtíðina. Vagn Wåhlin heldur tað vera skilagott at gera broytingar í Heimastýrislógina. Skipanin hevur virkað væl, men er við tíðini vorðin ótíðarhóskandi. Tí kundi tað verið ein loysn at gera broytingar
skifti umræður. Hann hevur drúgvar royndir sum formaður í Føroya Fiskimannafelag og hann hevur verið aktivur í politikki og veit tískil hvat hann tosar um. Og ikki minst, so hevur hann havt áhuga í politikki [...] politikki og hevur eygleitt føroyskan politikk í 40 ár. Uttan skipara - Tað fyrikemur mær, at tað sum gongur fyri seg í dag er sum eitt skip uttan skipara, har stýrimaðurin hevur yvirtikið leiðsluna. Hann [...] politikk er burtur - einki, eftir í 40 ár at hava fylgt við, sigur Óli Jacobsen, sum hevur verið aktivur politikari og sum hevur sera drúgvar royndir sum fakfelagsformaður. Málið um landsverkfrøðingin: Løgmaður
løgfrøðislig grundgeving fyri hesum sjónarmiði. FF hevur fyri trimum vikum síðani biðið landsstýrið um at fáa tær metingar hjá løgfrøðingum sum løgmaður hevur nýtt sum grundarlag fyri sínum grundgevingum í [...] og 2) at hava eftirlit við at landsstýrið fylgir samtyktum løgtingslógum. Í síni eftirlitsuppgávu hevur løgtingið fingið fylgjandi høvuðsamboð: 1.møguleikan fyri at seta landsstýrismonnum fyrispurningar [...] umsitingina av viðkomandi máli 2.møguleikan at seta ein kanningarstjóra at kanna hvørt landsstýrismaður hevur borið seg óregluliga at. Henda møguleikan kann ein triðingur av løgtingsmonnum nýta. Tískil kann andstøðan
norðurhøvum hevur havøki líka stóran týdning sum landøki hevur fyri onnur lond. Vit føroyingar leggja tí líka stóran dent á okkara mark til havs, sum onnur leggja á síni landamørk. Tí hevur hetta marknamál [...] Bretland. Í mong ár hava partarnir samráðst um hetta stríðsevnið, og ikki hevur altíð sæð væl út fyri semju. Men hjá báðum pørtum hevur politiski viljin til at náa til sættis verið størri enn óttin fyri tí [...] partanna av havumhvørvinum fær marknasemjan týdning. Nú ber til at siga, hvørjum havøkjum, hvør parturin hevur ábyrgdina av. Samstundis verður latið upp fyri grannasamvinnu á hesum málsøki. Oljuleiting Løgmaður
úr enda í annan«. Tak tað! So er tað sagt! Sjúrður hevur talað! So sannførandi og sakliga kann tað sigast! Men lat alt tað fara. At Sjúrður Skaale hevur verið í skúla hjá arbeiðsgevara sínum er tíðiligt [...] fullveldi og sjávstýri, sjálvt um Sjúrður Skaale roynir at gera Jørðina flata. Sjálvstýri hevur eitt land, sum hevur evsta vald hjá sær sjálvum, men sum samstarvar við onnur lond um t.d. uttanríkis- og v [...] kom tann frælsa hugsanin, sum í sær sjálvari var fortreytin fyri øllum tí framburði vesturheimurin hevur sæð seinastu øldina. Møguleikin fyri og rætturin til at seta spurningar við gamlar fatanir eru avgerandi
stovnar og vinnulív. Pauli Einarsson er útbúgvin maskinmeistari og hevur seinastu árini tikist við oljumál av ymsum slag. Hann hevur siglt við seismikkskipum, hann var við til at seta á stovn arbeiðsávísing [...] arbeiðsávísing á ALS við serligum atliti til sjófólk í oljuvinnuni og hann hevur so eisini verið formaður í Føroya Oljuídnað. Nú hann hevur tikið við tí nýggja starvinum fer hann at taka seg úr nevndini í Føroya [...] Sum fyrsta útlendska oljufelagið, ið burturav ætlar sær at leita eftir olju og gassi við Føroyar, hevur norska Saga Petroleum latið upp skrivstovu í Havn. Hetta hendi í gjár, tá teir báðir stjórarnir, Geir
KÍ avrikið móti GÍ syndarligt, og í hesi vikuni hevur fótbóltsprátið í Klaksvík verið nógv minni, enn tað var upp undir síðsta vikuskifti. Í vikuni hevur venjarin sveiggjað pískinum yvir spælarunum, ið [...] verið Sasha, sum hevur vant millum lítið og einki í vikuni, og Svenn Olsen, sum ikki vandi saman við hinum fyrrenn hóskvøldið. Men tað verður roknað við, at báðir vera við. B71 hevur munin á B36 Sum omanfyri [...] runnið sólina svarta ? eisini uppi í fjøllunum, og klokkan 13 í dag fæst at síggja, hvussu nógv hetta hevur hjálpt. Dysturin er framskundaður, soleiðis at tað skal bera til at áskoðararnir ikki verða snýttir
ikki so stór, og vit kunnu væl liva við eini minni sølu. Ikki sørt av rumbli hevur staðist av bygninginum, Johannes Brandal hevur keypt til møblasøluna. Bygningurin varð keyptur fyri 2 mió. krónur beint áðrenn [...] vinnu Johannes Brandal hevur ikki gingið hendur í lumma síðani, hann gavst at selja klæðir. Gamli handilsbygningurin, sum hann av fyrstan tíð byrjaði í, er settur í stand, og hann hevur latið matstovuna Hereford [...] m. Tað er tungt at reka matstovu í Klaksvík. Hereford hevur havt undirskot. - Vit hava bíðað eftir skeinkiloyvinum í tvey ár. Loyvisnevndin hevur fund í næstu viku og tá vóni eg, at vit fáa grønt ljós