við Havnar kommunu og SamVit tikið stig til eitt tiltak á Norðurbryggjuni við tí endamáli at fáa føroyingar við útbúgvingum, sum búgva uttanlanda, at flyta heimaftur. Hugsa vit um, at útbúgving hevur alt [...] ngin hevur gjørt alheimin til ein og sama arbeiðsmarknað. Í útheiminum eru stórar fakligar og persónligar avbjóðingar, og her eru ofta tey best løntu størvini. Tað er sostatt als einki løgið í, at tey [...] fólki við útbúgving at flyta heimaftur. Taka vit almenna sektorin fyrst, so er lítið at ivast í, at lønin hevur týdning. Alment starvsfólk við hægri útbúgvingum eru ikki serstakliga vællønt í í Føroyum í dag
hoyra vit um og síggja hvussu illa stødd nógvir av heimsins borgarum eru. Men samstundis vita vit eisini hvussu lítið er at gera við tað, tá ein er einsamallur. Hetta hava felagskapir, sum eitt nú Reyði [...] Danmarkar. Í bingjuni eru millum 4 og 5 tons av góðum klæðum. Suni Vinther, sum er formaður í Reyða Krossi sigur, at føroyska deildin einki hevur við at gera hvar hesi klæðini enda. ? Vit hava savnað tey saman [...] Restin verður lagt saman og pakkað í pappeskjur. ? Tá kvinnurnar eru idnar við sínar uppgávur, so koma menninir at pakka bingjuna, sum vit t. d. hava gjørt her, sigur Suni Vinther. Góður vilji at hjálpa
venjaran, men tað er neyvan at skjóta langt við síðuna av, um vit rokna við, at tað eisini dryppar til hansara, um úrslitini eru góð. Um vit siga, at sigurin í Luksemburg kostaði FSF upp ímóti tvey hundrað [...] FSF hava teir Allan Simonsen fremst í huganum, nú teir arbeiða við, hvussu venjaraspurningurin skal loysast fyri komandi árini. Í Fótbóltssambandinum eru teir ikki í iva. Glæsiliga úrslitið í Luksemburg [...] heimadystunum, uttan mun til úrslitið í Russlandi. Tveir heimadystir eru á skránni undan summarfrítíðini, og tveir heimadystir eru á skránni stutt eftir summarsteðgin. Landsliðið skal spæla ímóti Sveis
skifta kós. -Skuldi vit valt samgongu umaftur, høvdu vit ikki gjørt øðrvísi, tí kanningin vísir eisini, at heilir 87% av okkara veljarum eru ímóti nývali. Tað taki eg sum at teir eru nøgdir við samgonguna [...] Vit hava ofta verið í eini lyklastøðu í føroyskum politikki. Og tað er mangt, sum bendir á, at vit koma at hava ein týðandi leiklut eisini í framtíðini. -Sámal Petur í Grund, formaður sjálvsstýrisfloksins [...] halda, at tað eru fólkaflokkurin og javnaðarflokkurin, sum frægast kunnu loysa málið um framtíðarstøðu Føroya. - Hetta samsvarar væl við tað broyttu kósina í sjálvstýrismálinum, tí har hava vit altíð verið
gleðiboðskapur, nú stundar til jóla. Hetta eru av sonnum harmilig tíðindi at frætta. Eitt er tað reint kirkjuliga inntrivið. Men eisini fyri onnur eru halgidagar av stórum týdningi. Hetta eru dagar, tá flest [...] fyri ein, so hvørt sum pengar vanta í almennu kassunum? Heldur áttu vit at farið hinvegin: at fingið fleiri halgi- og merkisdagar, har vit kunnu savnast. Eg havi áður eftirlýst ein halgidag um heystið, t [...] Sjálvandi forðar hetta stuttskygdum búskaparvøkstri, men vit verða so nógv ríkari á annan hátt: sosialt, mentanarliga, menniskjuliga. Enn kunnu vit í hvussu er gleða okkum til tríggjar fragdríku jóladagar
ljósari í báðum endum. Onkusvegna ynskja vit okkum, at veturin ikki verður ov harður, og vit gleða okkum til várið, sum stundar til. Men, vit fáa einki vár, fyrr enn vit fyrst hava havt ein vetur - og oftast [...] veður. Vit hava havt nakað av kava, og børnini eru sloppin at skreiða. Hetta hevur verið forkunnugt í hesum veðurlagstíðum, har vit næstan vóru farin at stúra fyri, at kavin fór ongantíð at koma aftur. Jú [...] Vit kunnu avgjørt ikki kæra okkum um veðrið, sum hevur verið í januarmánaði í ár, nú hesin fyrsti vetrarmánaðin at kalla er liðugur. Meginpartin av mánaðinum hevur tað verið kalt, stilt og vakurt veður
tíð. Hon ivast tó ikki í, at loysnir eru á hesi avbjóðingini. Mary Antonsdóttir vísir millum annað á, at arbeiðið nú er lagt soleiðis til rættis, at vaktirnar eru so stuttar, at tú mást arbeiða sjey dagar [...] sjúkradag, sum støðan er nú. Hóast limir hennara ikki siga seg orka at arbeiða fulla tíð, er Mary Antonsdóttir av tí sannføring, at hetta er tað besta. - At enda kann eg siga, at vit koma langt ávegis við [...] tung, er tað eisini nakað, ið leiðslan fyri eldraøkið má inn at hyggja uppá. Tað kann ikki passa, at vit í 2017, hava arbeiðspláss, og enntá innan umsorganarøkið, ið er so krevjandi, at fólk ikki kunnu arbeiða
elverkini hjá SEV meiri olju, og samstundis er oljuprísurin hækkandi. Men tað eru nógv, sum fáa eina nógv størri rokning enn so, og tað eru øll tey, sum hava skift til hitapumpu, jarðhita, ella aðrar grønar orkukeldur [...] Hjá nógvum húskjum verður tað ein rættiligur fíggjarligur smeitur, at prísurin á streymi frá SEV nú fer at hækka. Í gjár boðaði SEV frá, at á nýggjárinum fer prísurin á streymi at hækka 10 oyru kilowattið [...] orkukeldur, har húsini ikki verða hitað við olju, men við elorku. Vit hava havt samband við eitt húski, sum hevur fingið sær jarðhita. Tað var ein íløga upp á 185.000 krónur, tí tey høvdu ikki umstøður til
og hjall. Men nú eru fleiri og fleiri føroyingar farnir at búgva í háhúsum, har tað ikki er so høgligt at varðveita tann gamla, serføroyska matin, sigur hann. Spurningurin er tí, um vit eiga at loyva eini [...] Skulu vit hava loyvi til at selja grind ella ikki. Tað er ein afturvendandi spurningur í sambandi við grindadráp í Føroyum. Tað, at grindin ikki er handilsvøra, hevur altíð verið ein av trumfum okkara [...] keyps í handlum. - Tá fólk hava fingið sín part, avgera tey sjálvi, hvat tey gera við hann. Summi, eitt nú tey, sum finna eina grind, fáa eisini so nógva grind, at tað er nógv meiri enn til egið brúk, heldur
nærri Mest, enn teir gera nú. Í bátahylinum við Sjógv eru í dag 54 teymar. Har stendur ongin á bíðilista í løtuni, men har er heldur onki pláss eftir, sigur Sjúrður Olsen. - Áður eru eisini 70 bátapláss gjørd [...] Nú verða umstøðurnar hjá teimum, sum eiga bát í høvuðstaðarkommununi, munandi betri. Tórshavnar Býráð samtykti nevniliga í gjárkvøldið at gera fleiri bátapláss bæði í Kollafirði, í Havn og við Gomlurætt [...] gjørd á Argjum, so tilsamans hava vit útvegað 128 nýggj bátapláss í kommununi fyri tilsamans 9,5 milliónir krónur. Annars var ætlanin hjá Býráðnum einaferð at gera ein risastóran bátahyl á sundi fyri 30