Nú fær bátafólkið nógv betri umstøður

- Bæði í Kollafirði við Gomlu rætt og í Havn

Her skulu bátabrýr gerast til 40 bátar afturat. Mynd: Kortal.fo

Nú verða umstøðurnar hjá teimum, sum eiga bát í høvuðstaðarkommununi, munandi betri.

 

Tórshavnar Býráð samtykti nevniliga í gjárkvøldið at gera fleiri bátapláss bæði í Kollafirði, í Havn og við Gomlurætt.

 

Sjúrður Olesen, formaður í vinnunevndini hjá býráðnum, sigur, at í hesum sambandi er ætlanin at gera 18 nýggj bátapláss við Sjógv í Kollafirði, og í Skálatrøð er ætlanin at umleggja bátaplássini, og at gera fleiri pláss og tá ið tað er liðugt, er pláss fyri 40 bátum afturat í Skálatrøð. Tey nýggju bátaplássini verða yvirímóti Mest, men bátar fara ikki at liggja nærri Mest, enn teir gera nú.

 

Í bátahylinum við Sjógv eru í dag 54 teymar. Har stendur ongin á bíðilista í løtuni, men har er heldur onki pláss eftir, sigur Sjúrður Olsen.

 

- Áður eru eisini 70 bátapláss gjørd á Argjum, so tilsamans hava vit útvegað 128 nýggj bátapláss í kommununi fyri tilsamans 9,5 milliónir krónur.

 

Annars var ætlanin hjá Býráðnum einaferð at gera ein risastóran bátahyl á sundi fyri 30 milliónir, og har pláss skuldi vera fyri 200 bátum.

 

á Gomlurætt er ætlanin at leingja atløgubryggjuna, har ferðavinnubátarnir halda til, 15 metrar.

 

Men Sjúrður Olsen heldur, at tað var ein røtt avgerð at sleppa teirri ætlanina, tí hann heldur ikki, at trivnaður hevði fingist í einum slíkum bátaplássi á Sundi.

 

Hann sigur, at endamálið er, at tá ið nýggj bátapláss verða gjørd, verður tað við bátabrúm, so at tað ber til at stíga beint í bátin.

 

- Vit vilja sleppa undan at hava bátar liggjandi við fanglínu og fortoyning, har teir skulu hálast at landi fyri at kunna sleppa umborð, tí tað er nógv tryggari við bátabrúm, sigur Sjúrður Olsen.

 

Her skulu bátabrýr gerast til 40 bátar afturat. Mynd: Kortal.fo

Her skulu bátabrýr gerast til 40 bátar afturat. Mynd: Kortal.fo

Her skulu bátabrýr gerast til 40 bátar afturat. Mynd: Kortal.fo

Her skulu bátabrýr gerast til 40 bátar afturat. Mynd: Kortal.fo

Her skulu bátabrýr gerast til 40 bátar afturat. Mynd: Kortal.fo