Tað staðfestur Gianfranco Zola, venjari. – Gudjohnsen eru ein sera, sera dugnaligur fótbóltsspælari. Men eg eri vísur í, at West Ham ikki er einasta felagið, sum hevur sýnt honum áhuga, sigur Zola við SkySports. Eidur Gudjohnsen hevur seinastu árini spælt við FC Barcelona, men leiðslan hevur greitt honum frá, at hann ikki er ynsktur í felagnum longur.