Zlatan: Svøríki vísti ikki nóg góðar dygdir

EM 2016: Zlatan Ibrahimovic ergrar seg um, at hann og svensku liðfelagarnir ikki fingu meira burturúr í dystinum ímóti Italia

 

Zlatan Ibrahimovic var alt annað enn nøgdur, tá hann og liðfelagarnir á svenska landsliðnum ikki megnaðu meir enn javnleik 1-1 ímóti Írlandi í bólki E, og tá var tað enntá eitt sjálvmál, sum bjargaði Svøríki undan tapi.

 

- Vit vóru betur í seinna hálvleiki, enn vit vóru í fyrra hálvleiki. Men vit mangla kortini dygdir. Vit mugu spæla nógv betur enn hetta. Í løtum var spæli hjá okkum í lagi, aðrar løtur var spælið hjá okkum vánaligt. Men vit tapa ikki, og tað er tað týdningarmesta, sigur Zlatan í samrøðu við svenska sjónvarpið, SVT. 

 

Svenskararnir sóu ikki góðir út á vøllinum í byrjanini av dystinum, men Zlatan heldur, at svensku spælararnir eiga at verða somikið professionelir, at teir eiga at kunna megna at fáa skil á tí. Um sítt egna avrik sigur Zlatan við SVT: - Við tanka uppá teir bóltarnar eg fái at arbeiða við, so royni eg, men eg kann avrika væl betur enn hetta, sigur Zlatan við SVT. 

 

Fríggjadagin klokkan 14 spælir Svøríki ímóti Italia, sum í skrivandi stund spælir ímóti Belgia. Mikukvøldið 22. juni klokkan 20 spælir Svøríki ímóti Belgia.