Zlatan Ibrahimovic gav ilt av sær yvirfyri teimum svensku fjølmiðlunum, aftaná 2-0 sigurin ímóti Føroyum á heimavølli á Friends Arena í Stockholm.
Zlatan heldur, at føroysku spælararnir eru tey størstu grenjini, sum hann nakrantíð hevur spælt ímóti.
Við svenska Aftonbladet ger føroyski málverjin, Gunnar Nielsen tó greitt, at hann heldur lítið um atburðin hjá Zlatan, sum skumpaði hann, og eina aðru ferð blakaði Zlatan bóltin í andlitið á Gunnari Nielsen.
Zlatan umber seg við, at hann ikki sá Gunnar Nielsen, og at talan var um ein tilvildarligan tilburð. - Hann (Gunnar Nielsen) skuldi heldur tagt. Tað tyktist sum teir (Føroyar) grenjaðu allan dystin. Eg havi ongantíð møtt einum liði, sum hevur grenjað so illa, segði Zlatan við svenska Aftonbladet.
Grenjið hjá Zlatan um tað føroyska grenjið kann lesast í hesari greinini : www.aftonbladet.se/sportbladet/fotboll/landslagsfotboll/landslaget/article16945520.ab