33 ára gamli Zlatan Ibrahimovic hevur vunnið nógv, sum fótbóltsspælari, men í kvøld setti hann eitt keðiligt met, sum hann deilir saman við tí niðurlendska fótbóltsspælaranum, Edgar Davids.
Zlatan fekk hetta keðiliga metið í kvøld, tá hann eftir 30 minuttirs spæl fekk tað reyða kortið. Liðfelagar hansara í Paris Saint Germain megnaðu kortini at spæla seg víðari í Champions League fjórðingsfinaluna við einum 2-2 javnleiki ímóti Chelsea á útivølli.
Teir mest útvístu spælarararnir í Champions League søguni eru hesir :
Zlatan Ibrahimovic: 4 reyð kort
Edgar Davids: 4 reyð kort
Christian Chivu: 3 reyð kort
Didier Drogba: 3 reyð kort
Philippe Mexes: 3 reyð kort
Patrick Viera: 3 reyð kort
Sergio Ramos: 3 reyð kort