Rafael Benitez fekk ikki drúgva tíð í starvinum sum venjari hjá Real Madrid. Hann varð settur í starv í summar, men í kvøld boðar forsetin í felagnum, Florentino Perez, frá, at hann hevur fingið sekkin.
Á tíðindafundinum í spanska høvuðsstaðnum kom tað eisini fram, at tað verður Zinedine Zidane, sum skal loysa Rafael Benitez av. Zidane spældi við Real Madrid árini 2001 til 2006 og hevur síðstu tíðina verið venjari á eykaliðnum.
Real Madrid er í verandi løtu fýra stig aftanfyri grannarnar, Atlético Madrid, sum er oddalið í La Liga. FC Barcelona, sum hevur spælt ein dyst færri enn tey bæði, er á øðrum plássi, tvey stig frammanfyri Real Madrid.










