Zidane: Gareth Bale tímir ikki at spæla

Champions League: Real Madrid og Juventus hava ryggin móti múrinum í kvøld

Í kvøld byrjar Champions League aftur. Bæði Real Madrid og Juventus skulu vinna, um tey skulu hava nakran møguleika at koma víðari til fjórðingsfinalurnar. Í hesum førinum er talan um seinnu uppgerðina í 1/8 finalunum.

Real Madrid hevur vunnið kappingin heilar 13 ferðir, sum er met. Seinastu tríggjar ferðirnar hevur tað verið við Zinedine Zidane sum venjara. Eftir ein steðg er hann aftur venjari í Real Madrid, og í kvøld er brúk fyri øllum góðum kreftum hjá spanska høvðusstaðarfelagnum.

Teir eru á vitjan á Etihad leikvøllinum hjá Manchester City. Pep Guardiola og hansara menn vunnu fyrra dystin 2-1. Tí skal Real Madrid fram at skjóta minst tvey mál, fyri at hava nakran møguleika at koma víðari. 1-0 er ikki nokk og 2-1 útloysir longda leiktíð.

Ein spælari, sum ikki verður á vøllinum fyri Real Madrid er Gareth Bale. Hóast hann fleiri ferðir hevur verið Real Madrid góður í avgerandi dystum seinnu árini, so er hann endaður í eini støðu, har hann bara situr á bonkinum. Hann er ókláur við leiðsluna í felagnum og upp til fleiri ferðir gjørt seg upp á bonkinum, við at sita og geispa og hálvgunn sova.

- Tað einasta, sum eg kann siga er, at hann ynskir ikki at spæla. Tað er ein samrøða millum meg og hann. Garteh Bale er ikki skaddur, segði Zinedine Zidane á tíðindafundi í gjár.

##med2##

Bretskir miðlar siga seg vita, at Garteh Bale ongan hug hevur at ferðast til Manchester við felagnum, tá hann væl veit at hann ikki kemur á vøllin.

Ronaldo má bjarga Juventus

Cristiano Ronaldo hevur útmerkað seg sum ein Champions League spælari. Hann hevur met fyri flest mál í kappingini og hevur vunnið hana fleiri ferðir við Real Madrid, og eina ferð við Manchester United.

 ##med3##

Skal hann vinna Champions League við Juventus í ár, so krevur tað ein sigur á franska Lyon, ið vann fyrra dystin 1-0. Hesa ferð er dysturin í italia, men tað verður uttan áskoðarar. Juventus er italskur meistari fyri níggjundu ferð upp í slag, men tað er langt millum sigarnar í Champions League.

Fyri Juventus kemur tað illa við, at Paulo Dybala hevur verið skaddur. Hann verður væntandi ikki við í kvøld. Fyri Lyon kemur tað hinvegin væl við, at Memphis Depay er tøkur aftur eftir longri skaðasteðg. Hollendski miðvallarin er stóra stjørnan hjá Lyon.

Champions League 1/8:

Í kvøld:

Juventus (0) – (1) Lyon (20.00)

Manchester City (2) – (1) Real Madrid (20.00)

Leygardagin:

FC Barcelona (1) – (1) Napoli (20.00)

Bayern Munchen (3) – (0) Chelsea (20.00)