Nú eru enskar veddingarfyritøkur farnar at lata odds upp á hvør fer at taka við høvuðsvenjarastarvinum hjá Manchester United.
Tað er tekin um, at tað helst brennur undir setrinum hjá Erik Ten Hag, ið higartil ikki hevur megnað at livað upp til farna kappingarár, har United vann Liga Cup kappingina og vann seg í Champions League.
Oddsini upp á, at Zinedine Zidane tekur við høvuðsvenjarastarvinum hjá Manchester United eru 4,00.
Næststørsti favoritturin er týski, Julian Nagelsmann. Oddsini upp á Nagelsmann eru 5,00.
Oddsini upp á, at núverandi høvuðsvenjarin hjá Brighton, Roberto De Zerbi fer at taka við starvinum eru 7,50.
Oddsini upp á, at Graham Potter gerst høvuðsvenjari hjá Manchester United eru 10,00.