Soleiðis, sum vit hava hoyrt fyrr í dag, eru fleiri ríkisleiðarar í Fraklandi í sambandi við, at Notre-Dame-dómkirkjan letur uppaftur.
Millum gestirnar eru eitt nú komandi amerikanski forsetin, Donald Trump og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj.
Greitt er, vita útlendskir miðlar at siga, at ukraiski forsetin eisini skal luttaka á einum fundi saman við Donald Trump og franska forsetanum, Emmanuel Macron.
Nú teir allir tríggir eru staddir í París, hevur verið væntandi, at ein slíkur trípartafundur fór at vera millum sitandi forsetar og komandi amerikanska forsetan.
Tað er nevniliga stórur spenningur um, hvønn politikk Donald Trump fer at reka, tá ræður um russiska álopskríggið í Ukraina.
Komandi amerikanski forsetin hevur nevniliga sagt, at hann skal fáa ein enda á krígnum í Ukraina eftir ongari tíð, tá hann tekur við forsetaembætinum.
Hetta skriva tíðindamiðlarnir, Dagbladet og NTB, í dag, umframt at tiltakið í Notre-Dame hevur verið umrøtt í fleiri útlendskum miðlum í dag.