Zelenskyj hitti Charles kong á hendinga sjáldsamari vitjan uttanlands

Ukrainski forsetin er á vitjan í Bretlandi. Frælsi fer at sigra, er boðskapur hansara.

 

Charles kongu og Volodymyr Zelenskyj hittust í dag á Buckingham Palace. - Foto: Aaron Chown/Ritzau Scanpix

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur í dag hitt Charles kong á eini hendinga sjáldan uttanlandsvitjan í Bretlandi.

Tað skrivar bretski miðilin BBC.

Myndir frá vitjanini vísa teir báðar leiðararnar taka lógvatak í heimi kongsins, Buckingham Palace.

Charles kongur er í bláum klædningi, meðan Zelenskyj sum vant er í hernaðargrønum klæðum.

Vitjanin hjá Zelensky í Bretlandi er bert onnur uttanlandsferð hansara, síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina 24. februar í 2022. Fyrra vitjanin var í USA. 

Zelenskyj hevur í dag tosað við bretskar tjóðartingslimir.

– Frælsið fer at sigar. Vit vita, at Russland fer at tapa, sigur Zelenskyj.

Ukrainski forsetin heitir harumframt á Bretland og hini londini í vesturheiminum at lata Ukraina stríðsflogfør.

Harumframt takkaði hann fyri hjálpina undir skjótt eitt ára drúgva krígnum.

Vitjan Zelenskyjs hjá Charles kongi vardi lutvíst stutt, áðrenn hann aftur fór av Buckingham Palace fyri at seta kós ímóti París.

Har skal hann hitta franska forsetan, Emmanuel Macron, týska samveldiskanslaran Olaf Zcholz, og aðarar evropiskar leiðarar.

Í morgin væntast hann – fyri fyrstu ferð undir krígnum – at vitja í ES í Brússel.

Harvið er ES – kanska skuffandi hjá ES toppinum – vorðið nummar trý á listanum yvir lond at vitja síðani Russland byrjaði kríggið.

Tað var nátúrligt, at fyrsta vitjanin var hjá amerikanarunum. USA hevur undir krígnum á nógvar hættir víst seg sum týðandi partur í Nato og sum tann veruliga leiðarin av handfaringini hjá vesturheiminum av krígnum.

Bæði Bretland og USA hava verið íðin at lata Ukraina vápn og at seta í gildi revsitiltøk ímóti Russlandi.

/ritzau/

 

Charles kongu og Volodymyr Zelenskyj hittust í dag á Buckingham Palace. - Foto: Aaron Chown/Ritzau Scanpix