Zarepta hýsir húsvillum ferðafólkum

Tá 45 ferðafólk hjá Atlantic Airways gjørdust veðurføst á Vágoynni, heittu myndugleikarnir á Zarepta á Vatnsoyrum um at hýsa teimum

Føroysku myndugleikarnir hava eina tilbúgvingarætlan í neyðstøðum og partur av hesi tilbúgvingarætlan er, at høli eru tøk, sum kunnu hýsa nógvum fólkum, um tey skuldu komið illa fyri.

 

Veðrið seinnapartin og í nátt er eitt gott dømi um hetta. Ólag kom á flogferðsluna og hetta hevði við sær, at nógv ferðafólk vóru strandaði á flogvøllinum.

 

Til slík høvi hava føroysku myndugleikarnir gjørt eina avtalu við legustaðið Zarepta á Vatnsoyrum.

 

- Í dag hevði Atlantic Airways 45 ferðandi, sum hvørki sluppu av landinum ella oynni, og sum heldur ikki pláss var fyri á gistingarhúsum. Tí ringdu tey til Zarepta og tíbetur er hiti í húsunum, so vit kunnu hýsa teimum, sigur Heðin Poulsen, sum er í leiðslutoyminum á Zarepta. Umleið helvtin av ferðafólkunum eru útlendingar, fyri tað mesta danir og norðmenn.

 

Hann sigur, at umframt ferðafólk eru hýruvognsførarar og onnur, sum gista á Zarepta í nátt.

 

Hotel Vágar kom oman við suppu, meðan fólk á staðnum hava gjørt kaffi til gestirnar.a