Tað standa 116 kvinnur á bíðilista til kvinnustevnuna, sum verður á Zarepta komandi vikuskifti. Umleið 380 kvinnur hava teknað seg til kvinnustevnuna, sum aftur í ár verður skipað fyri í Zarepta á Vatnsoyrum. Men tíverri er ikki pláss fyri øllum og standa 116 kvinnur á bíðilista.
Stevnan byrjar fríggjakvøldið klokkan 19.30 og endar við døgurða sunnudagin klokkan 12.00.
Yvirskriftin fyri kvinustevnuna á Zarepta komandi vikuskifti er ?Fyri at gleði tykkara kann verða fullkomin?. Orðini eru orð Jesusar úr Jóhannes kapittul 15, vers 11:
Tað verða fyri tað mesta kvinnur, ið koma at hava orðið, tó verður eisini onkur maður millum talararnar.
Manstevna verður frá fríggjadegi 19. til sunnudagin 21. september 2008.
Hjúnastevna I verður frá fríggjadegi 26. til sunnudagin 28. september 2008.
Hjúnastevna II verður frá fríggjadegi 3. til sunnudagin 5. oktober 2008.










