Zahovic verður við slovenum

Málslúkurin á slovenska landsliðnum undir EM kappingini, Zlatko Zahovic, er aftur til reiðar at spæla fyri slovenska landsliðið

Tað hjálpti eftir øllum at døma hjá Srecko Katanec, at seta Zlatko Zahovic uttanfyri í vinardystinum móti Kekkia seinasta mikudag. Nú hevur Valencia leikarin sagt seg vera til reiðar at spæla fyri Slovenia í dystinum móti Føroyum tann 3. september á Svangaskarði.


Orsøkin til at Zlatko Zahovic var settur av liðnum var ósemja millum hann og venjaran. Srecko Katanec segði fjølmiðlum fyri einum mánaði síðani, at slovenska landsliðnum manglar ein leiðara. Hetta var ov mikið fyri tann burturav sjálvglaða Zahovic, sum metir seg sjálvan at vera kong og keisara í einum á slovenska landsliðnum. Hetta segði hann venjaranum í so greiðum og óhøviskum vendingum, at Katanec valdi at seta hann uttanfyri.


Í seinastu viku fekk Zahovic greið boð frá slovenska fótbóltssambandinum um, at skuldi hann gera sær vónir um at koma aftur á landsliðið, so skuldi hann koma við eini treytaleysari umbering til Katanec. Henda umbering er ikki komin enn, men í slovenska fótbóltssambandinum vóna tey, at teir báðir hanarnir kunnu tosa seg til rættis, tá landslið kemur saman at fyrireika seg til dystin móti føroyingum.


Slovenar vunnu annars útidystin móti Kekkia við einum máli.