Yvirtaki› útlendingalógina

Ógvuliga apropos umrø›una av trupulleikunum í sambandi vi› umsóknir hjá útlendingum um uppihalds- og arbei›sloyvi, leg›i Høgni Hoydal vegna Tjó›veldisflokkin í gjár fram uppskot um, at yvirtaka útlendingalógina, so hon ver›ur føroysk burturav.

Ta› er einki at ivast í, at ein stórur trupulleiki í sambandi vi› útlendingamál er, at máli› skal vi›ger›ast bæ›i her heima í Føroyum og í danska Udlændingestyrelsen.
Ta› sigur seg sjálvt, at ein slíkur framfer›arháttur bara kann ver›a vi› til at draga mál út og skapa iva. Ta› er nóg ringt, tá mál ver›a send aftur og fram sum »bukka millum sengur« millum føroyskar stovnar, so ein kann bara ímynda sær skili›, tá máli› fer›ast millum lond.
Høgni Hoydal seg›i millum anna›, tá hann leg›i máli› fram, at vit sjálvandi skulu vera varin at lata upp fyri útlendskari arbei›smegi, men at ta› er alney›ugt, at lógin gerst smidligari.
- Útlendingar, sum søkja um uppihalds- og arbei›sloyvi í Føroyum, eru í dag í einum ongamannalandi. Eingin veit rættiliga, hvar ábyrgdin liggur, og ta› kunnu vit ikki liva vi›, seg›i Høgni Hoydal.
Hann vísti á ta› ø›rkymlandi í, at umsóknin var› send aftur og fram millum ikki bara ymsar stovnar, men eisini millum ymisk lond.

Reint føroyskt ella…
Framsøguma›ur Tjó›veldisfloksins í hesum uppskoti seg›i, at serliga stórir trupulleikar stó›ust av, at lógin var so stirvin.
- Vit mugu fáa eina smidligari lóg, serliga tá talan er um at skifta arbei›spláss hjá útlendingunum. Vit kunnu taka eitt dømi, har eitt virki fer í gjaldsste›g og sí›ani ver›ur yvirtiki› av n‡ggjum eigarum. Teir útlendingar, i› hava starvast á virkinum, noy›ast at søkja um arbei›s- og uppihaldsloyvi av n‡ggjum, sjálvt um ta› í prinsippinum er sama starv og sami arbei›sgevari, teir arbei›a hjá, seg›i Høgni Hoydal.
Ví›ari vísti forma›ur Tjó›veldisfloksins á, at máli› er klárt at yvirtaka.
- Kostna›urin fyri at umsita umsóknir um uppihalds- og arbei›sloyvi umframt familjusamanføring er 3,5 miió. kr. Flóttafólkaspurningurin er hjá okkum næstan ikki til, og sammetta vit okkum vi› onnur nor›urlond, hev›i okkara partur av flóttafólkum veri› 40 seinastu 20 árini, seg›i Høgni Hoydal.
Allir framsøgumenn tóku væl ímóti uppskotinum, og eisini landsst‡risma›urin er positivt sinna›ur fyri einari yvirtøku. Hann vísir tó á, at ein yvirtøka krevur fyrireikingar og serliga at greina, hvat vit vilja vi› okkara útlendingapolitikki.
Høgni Hoydal er tó ikki í iva:
- Er ætlanin ikki at fáa eina reint føroyska útlendingalóg, so eiga vit at lata hana ver›a reint danska!