Yvirtøkur og felags foreldramyndugleiki á ársins fyrsta tingfundi

Ársins fyrsti løgtingsfundur verður týsdagin komandi klokkan 13:30.

Tá fer Løgtingið undir aðru viðgerð av uppskoti um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum.

Talan er um uppskot frá Tjóðveldi um at taka løgreglu, ákæruvald og brotsmálaumsorgan undir føroyskt ræði.

Annað mál á skránni er onnur viðgerð av einum øðrum uppskoti frá Tjóðveldi um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum.

Hetta snýr seg um yvirtøku av málsøkjunum Landslæknaembæti, eftirlit við heilsustarvsfólkum og stovnum á heilsuøkinum, sjúkufyribyrging, sinnissjúkraviðurskifti, líkskoðan, vevnaðarflutningi, euforiserandi evni, sjúklingarættindi og eftirgjørdan gitnað.

Triðja málið á skránni er uppskot frá Bjarna Hammer til samtyktar um felags foreldramyndugleika fyri bæði foreldur.

Sum støðan er í dag, hevur mamman einsamøll foreldramyndugleikan, tá eitt barn verður føtt, um foreldrini ikki eru gift. Ógift mamma skal í dagtaka eina aktiva avgerð um, hvørt hon vil lata pápanumforeldramyndugleika á barni teirra. Um mamman ikki vil lata pápanum foreldramyndugleika, hevur mamman einsamøll foreldramyndugleikan.

– Tað kann møguliga eggja til óneyðuga ósemju foreldranna millum. Tá eitt barn verður borið í heim, burdi tað verið ein natúrlig sjálvfylgja, at bæði foreldur at nýfødda barninum hava foreldramyndugleika á barninum. Men soleiðis er tað ikki í dag, sigur Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sum hevur lagt málið fram.

– Tað er øðrvísi hjá foreldrum sum ættleiða. Tey fáa felags foreldramyndugleika uttan mun til, um tey eru gift ella ógift, sigur hann.

Uppskotssetarin metir, at øll børn sum útgangsstøði eiga at hava rætt til bæði foreldur við føðing, uttan mun til, um foreldrini eru gift ella ógift, soleiðis at bæði foreldur verða javntstillað. Harafturat vísir uppskotssetarin á, at tá mál av hesum slag enda í rættinum í Føroyum, ber einans til at áleggja øðrum foreldrinum foreldramyndugleikan.

Bjarni hammer heldur, at rætturin, eins og í grannalondum okkara, skal kunna áleggja felags foreldramyndugleika.

Samanumtikið heldur uppskotssetarin, at lógin skal tryggjarættin hjá barninum til at trívast og tryggja rættin hjá barninum til bæði foreldur uttan mun til, um foreldrini eru gift ella ógift.

– Og harafturat skal lógin tryggja javnrættindi til bæði foreldur, sigur Bjarni Hammer.