Yvirtíðin í parti við heimaliðnum

NSÍ tóktist dúva upp á tepru leiðsluna, og tað vórðu teir sektaðir fyri í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat

Fótbóltur

Tá ið Jens Petur Brattalíð, sum einki tóktist hava ímóti, at spælararnir fingu loyvi at brúka kropsligu styrkina, hevði bríkslað fyri síðstu ferð á Mølini sunnudagin, vístu spælararnir væl, hvussu teir kendu tað. NSÍ menninir vóru vónbrotnir um, at teir í síðstu løtu høvdu mist sigurin og harvið tvey stig, og teir á heimaliðnum fegnaðust um, at tað hevði eydnast teimum at vinna eitt stig í evstu løtu.
Útjavnandi málið fekk EB/Streymur í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Marek Vierzbicki legði úr vinstra horni fríspark innfyri. Sorin Anghel stútaði ímóti málinum, men Jens Martin Knudsen vísti sín góða klassa og hálvbjargaði. Bólturin fór eitt sindur út í høgra álopsborð hjá EB/Streymi, og tað eydnaðist Ronnie Samuelsen úr rættuliga spískum á ein ella annan hátt at bukta bóltin inn um strikuna, og harvið hevði heimaliðið fingið eitt stig.
At tað fór at vera heimaliðið heldur enn útiliðið, sum fór at fáa mál fram ímóti dystarenda, var ikki heilt óvæntað. Sum annað umfarið leið, tóktist tað sum um, at NSÍ hevði hug at toga eitt sindur í bremsuna. Teir vóru frammanfyri 1?0, og tað tóktist sum um, at teir hugsaðu meiri um at verja leiðsluna, heldur enn at arbeiða fyri at økja hana. Eisini við tí í huga at besta verja er álop.

NSÍ tætt við
Fyrstu løtuna tóktist NSÍ ætla sær at avgera. Teir høvdu størri tyngd í álopspartinum, og teir vóru fleiri ferðir næstan framvið, og heimaliðið kendi seg trýst til at geva fleiri hornaspørk til mótstøðumenninar. Bóltarnir komu væl innfyri, og NSÍ menninir ? eitt nú Óli Hansen, Helgi L. Petersen og Messias ? royndu fleiri ferðir við stútarum, sum kortini ikki vóru heilt vandamiklir.
Helgi L. Petersen hevði onkra vandamikla skotroynd, sum fór dygst framvið málinum hjá Gunnari á Steig, men tað kom einki mál í 1. hálvleiki.
Eftir steðgin legði NSÍ seg beinanvegin á odda. Uppspælið til málið var, sum tað so ofta áður hevur verið, í høgru. Gert Langgaard og Brynjolvur Nielsen samanspældu, og Ian Højgaard legði í brotsteigin til Helga L. Petersen, sum staddur eitt sindur til høgru sendi í handaru síðuna av málinum.
NSÍ tóktist eftir málið at leggja seg eftir at økja um leiðsluna, og teir vóru onkra ferðina í góðum støðum. Men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin inn um Gunnar á Steig, og so dovnaði álopsspælið hjá NSÍ.
EB/Streymur hevði Marna Djurhuus mitt á miðvøllinum saman við Ronnie Samuelsen, og hesa ferð gjørdu teir eina nýggja roynd at tippa miðverjuholið, sum hevur verið, síðani Pacek gjørdist sjúkur (hann er heima í Póllandi nú, og teir rokna við, at hann verður við aftur eftir summarsteðgin). Hesa ferð fekk ungi Gert Hansen fyri fyrstu ferð møguleikan í miðverjuni, og hann stóð seg væl. Saman við Egili og hinum syrgdi hann fyri, at NSÍ ikki fekk fleiri enn eitt mál, og í evstu løtu megnaðu framrættaðu menninir at skjóta málið, sum bar eitt stig við sær til EB/Streym.

Dysturin í tølum
EB/Streymur?NSÍ 1?1 (0?0)
0?1: Helgi L. Petersen 48.
1?1: Ronnie Samuelsen 90.
Dómari: Jens Petur Brattalíð

EB/Streymur: Gunnar á Steig ? Hallur Jacobsen, Egil á Bø, Gert Hansen, Eyðfinn Joensen (Bárður Olsen) ? Marek Vierzbicki, Marni Djurhuus (Jákup Martin Joensen), Ronnie Samuelsen, Magni á Lakjuni ? Sorin Anghel, Hans Pauli Samuelsen (Teitur Joensen)
NSÍ: Jens Martin Knudsen ? Brynjolvur Nielsen, Óli Hansen, Messias Perreira, Sjúrur Jacobsen ? Gert Langgaard (Jústines R. Hansen, 69.), Ian Højgaard, Kári Hansen, Andy Olsen (Áki L. Hansen) Jónstein Petersen ? Sonni L. Petersen (Rúni Rasmussen, 80.), Helgi L. Petersen