Hesum vil Sinnisbati mótmæla einaferð enn.
Vit góðtaka ikki pástandin um, at deildirnar verða stongdar tí at tey sálarveiku, sum liggja á Deild 1 vilja sleppa heim.
Heldur er tað øvugt: Tey mugu heim tí at deildin verður stongd.
Vit vita um fólk, sum verða flutt á aðrar psykiatriskar deildir frá deild 1 nú um jólini. Hóast ótald lyfti frá politikarum okkara, so verður psykiatriska økið framvegis niðurprioriterað.
Tvey álit eru komin á borðið hjá landsstýrinum, álitið um bústaðarviðurskiftini hjá psykisk sjúkum, 2001 og álitið um heildarpsykiatri 2002.
Hesi bæði taka frma ovurhonds stóra bústaðartørv teirra sálasjúku. Men hesi álit hava onga politiska viðgerð fingið enn.
Hóast stóra tørvin hevur tað almenna ikki, Sinnisbati vitandi, útvega einum einasta sálarsjúklingi nakran hóskandi bústað í 2002.
Ein bygginevnd, sett av landsstýrinum, legði fram fullfíggjað uppskot um bygging av heimi til 10 sjúklingar í Havn. Hetta var í juli 2002. Nevndin hevur einki hoyrt aftur frá uppskotinum. Upplýst varð í tinginum herfyri, at landsstýrismaðurin á økinum hevur havnað hesi byggiætlan, sum ein kvalifiserað bygginevnd hevði lagt úr hondum. Orsøkin var, at byggingin skuldi vera ov dýr.
Men tað var ikki ov dýrt at umvæla ein heilan íbúðarbygning á Eiragarði fyri fleiri milliónir til nýmótans skrivstovur hjá landsstýrinum.
Heldur ikki var tað ov dýrt at umvæla tinghúsið fyri fleiri 10-tals milliónir.
Men at veita innistongdu sálarsjúku medborgarum okkara vanlig menniskjalig bústaðarkor er ov dýrt?
Tá ið sálarsjúklingum ikki kunnu veitast menniskjalig bústaðar- og virkniskor í bestu fíggjartíðum landsins, verður trupult at gera tað í fíggjarkargari tíðum.
Nær kemur broyting í? Hvussu leingi skulu vit bíða?
Øllum sum linna kvøl teirra sálarsjúku og hjálpa teimum á stovnum, sjúkradeildum og í heimum og yvirhøvur, takka vit inniliga og ynskja øllum eini gleðilig jól og signing Guds í nýggja árinum.










