Yvirlýsing frá Føroyskum Sjúkrarøktarfrøðingum

Álitisumboðini á Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsi hava í dag verið á fundi á Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Fundarfólkið ásannar, at starvið sum sjúkrarøktarstjóri er eitt sera týdningamikið starv, tí tað m.a. tryggjar at heildartilboðið til sjúklingin er á høgum fakligum støði, og umboðar tískil hesi viðurksifti í ovastu leiðslu.

Niðurstøðan á fundinum er, at framferðarhátturin í samband við bygnaðarbroytingarnar í sjúkrahúsverkinum als ikki kann góðtakast og er brot á galdandi sáttmála. Hvørki felag, álitisumboð ella limir felagsins hava verið við í ráðleggingini av hesum broytingum. § 22 í sáttmálanum er brotin. Har stendur, at starvsfólk og álitisfólk skulu verða við í tilrættisleggingini tá avgerandi broytingar verða gjørdar á einum stovni.

Sambært góðum fyrisitingar siðið og fastari siðvenju eiga almenn størv at verða lýst leys. Hesar reglur brýtur Heilsumálaráðið, við tað at starvið sum sjúkrarrøktarstjóri ikki verður lýst leyst.

Kravið er, at ætlanirnar verða sleptar og at starvið sum sjúkrarøktarstjóri verður lýst leyst. Eisini skal felagið verður tikið við frá byrjan, um bygnaðarbroytingar skulu fremjast á økinum.

 

Vegnað álitisumboðini

 

Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

á Suðuroyar Sjúkrahúsi og

á Landssjúkrahúsinum

 

Vár í Gong, forkvinna