YVIRLÝSING: 23.10.2007

Havnar Handverkarafelag lýsir her sín fulla stuðul til Havnar Arbeiðsmannafelag í sambandi við málið um portørar og ambulansustarvsfólk

Fakfeløg eiga eins og Havnar Arbeiðsmannafelag at stríðast fyri vunnum rættindum og økjum. Í hesum føri hevur Havnar Arbeiðsmannafelag havt samráðingarrættin í meiri enn 40 ár.

Tí mæla vit øllum fakfeløgum í Føroyum til at standa saman um ikki at gera seg inn á øki, har annað fakfelag hevur havt sáttmála í áravís.

Havnar Handverkarafelag heldur tað eisini vera sera ósømiligt, at umboð fyri portørar og ambulansufólk í Útvarpinum tosa niðursetandi um formannin í Havnar Arbeiðsmannafelag, tá hesin ikki er til staðar og tí ikki fær vart seg.

Tað er átaluvert og stórt spell, at Starvsmannafelagið leggur upp til spjaðing og stríð innan føroysku fakfelagsrørsluna. Vit heita tí staðiliga á Starvsmannafelagið um at leggja dent á samstarv heldur enn spjaðing.

Í hesum føri er talan um sáttmálaøki hjá Havnar Arbeiðsmannafelag, tað eigur ongin ivi at vera um tað.

Tórshavn, hin 23. oktober 2007

 

Vegna Havnar Handverkarafelag,

Eli Brimsvík, formaður