Í gjárkvøldið misti ein bilførari koyrikortið treytað, og sostatt má hann taka tað av nýggjum í seinasta lagið um tríggjar mánaðir, annars missur hann tað heilt.
Hann kom koyrandi eftir Kaldbaksvegnum har tað er loyvt at koyra 80. Men frammanfyri koyrdi ein bilur, sum hann helt koyrdi nakað seint. So hann yvirhálaði og legði bilin aftur um seg.
Men tíverri fyri hann vóru tað politistar, sum koyrdu bilin, hann yvirhálaði. Politistarnir máldu ferðina á bilinum, sum yvirhálaði, og hann koyrdi 112,8 kilometrar um tíman, og tað kostar so eina treytaða frádøming, umframt eina bót upp á 2.500 krónur.