Yvirbygnaðurin – 5 aðalráð er rætta talið

Nógv er talað og skrivað um almenna bygnaðin. Tíðin er komin at taka støðu. Nú vit í Sjálvstýrisflokkinum skulu orða ætlanir fyri komandi valskeið er tilmælið mítt: 5 aðalráð!

Tummas Arabo var herfyri frammi við grein um almenna bygnaðin – og hvussu Javnaðarflokkurin bara ger ilt verri í hesum døgum. Tummas umboðar javnaðin sum vit kendu hann í gomlum døgum: teknokratar við greiðari visjón um betri samfelag fyri øll, um vit bara gera soleiðis-og-soleiðis. Maðurin við reyðum lastbilum, umsettari stýrisskipan og skipapakkum hevur helst av lívsroyndum mýkt fatan sína á fleiri punktum, m. a. at enda politisku stýringina av vinnulívinum og gevast at brandskatta allan vinning. Hetta er sera áhugavert, men hesuferð vil eg viðmerkja um almenna bygnaðin. Vinstraflokkar um allan heim gerast ofta flokkar hjá teimum, ið umsita vælferð heldur enn teimum, ið treingja vælferð. Í USA verjir demokratiski flokkurin serlig rættindi hjá skúlalærarum; í Fraklandi halda sosialistar fast um, at mong almenn starvsfólk skulu kunna leggja frá sær við fullari pensjón 55 ára gomul. Tummas vil hava vinstravongin at gera neyðugar tillagingar í vælferðarumsiting – bygnaðurin skal tæna, og aðalráðini mugu ikki friðast.
Rætt er, at eisini Kitty May Ellefsen hevur verið nógv frammi, men júst hennara landsstýrismenn eru kjarnin í trupulleikanum, so hon má gera sum Poul Michelsen fyri at vera partur av loysnini.

Góð ráð eru ikki altíð dýr
Fyrstu landsstýrini eftir kríggið høvdu trý landsstýrisfólk, men samstundis lá fyrisitingin í sera mongum stovnum uttan stórvegis ávirkan landsstýris. Síðani gjørdis landsstýrið sterkari men eisini smyldrað sundur í ov nógv ov lítið samskipaði ráð. Vit mugu sum Tummas taka støðu til bæði at fækka tey og skipa tey betur. Og ja! Hetta merkir, at onkur má leita sær nýggjar avbjóðingar, og summi mugu fáa løn í uppsagnartíð; men landið skal fáast at virka og skal ikki krevja meira í skatti enn neyðugt. Landið skal ikki seta sær ov nógv fyri, men skal fremja tann valda setningin.
Tilmæli mítt skal vera fylgjandi. Vit eiga at taka av løgmansskrivstovuna. Stovnur, sum bara sendir pappír til ummælis aðrastaðni og hýsir landsins regenti, ið ikki vil dálka sær fingrarnar politiskt, er ikki verdur útreiðslurnar og má avtakast saman við tí fjara, sveimandi løgmanni. Løgmaður eigur í staðin at velja sær eitt av fakráðunum, helst fíggjarmálaráðið, har virkandi forsætisráðharri nú situr.
Síðani eiga vit at enda serstøðuna hjá fiskivinnuni, eins og miseydnaða uttanríkisráðið má fara sín veg; og eftir grannskoðanargøluna kunnu vit líka gjarna niðurleggja vinnumálaráðið eisini. Á toftunum av hesum trimum eiga vit at reisa nýtt tilfeingismálaráð, sum tekur á seg allar vinnur og tilfeingi, eisini uttanríkispolitikk, sum í landi okkara fyrst og fremst er tilfeingispolitikkur.
Mentan eigur at halda fram sum ráð, men fígging og stýring av skúlaskapi skal flytast, so partvíst kommunur og partvíst stovnar sjálvir fáa fleiri heimildir. Tey bæði almanna- og heilsumálaráðini eru longu eitt ráð, sum letst at vera tvey. Eftir er løgmálaráðið, sum eigur at vera stjórnandi ráðið, ið skarar framúr, samansett av øllum verandi myndugleika-, eftirlitis- og skrásetingarstovnum – faktisk fyrisiting sum strandferðsla og landsverk eiga at flyta í tilfeingi. Løgmál eru mest forsømdu mál okkara – sum ikki minst grannskoðaragate prógvar.
Samanumtikið: fíggjarmál, løgmál, mentan, tilfeingi og almanna&heilsa. Nú er kjakið so byrjað.