Reinasta føroyska rávøran - kelduvatn - verður nú flutt av landinum til Íslands, har tað verður dropadrivið til fyrsta floks vodka. Forboð er at framleiða sterka løgin her, men vøran má fegin seljast - bert hon er innflutt. Hetta vónleysa vitloysi má steðga!
Enn eru eingi haldgóð argument komin á borðið fyri hesi, ikki bara forðing, men beinleiðis diskriminering, av egnari vinnu.
Vit innflyta stórar mongdir av rúsdrekka, men nokta okkara egnu vinnu at framleiða nakað, sum er sterkari enn 5,8%. Og føroyingar mugu gjarna drekka vín og snaps, men bara ikki øl, sum er sterkari enn 5,8%. Tað leggur stórar forðingar fyri menningina og útflutningsmøguleikan hjá føroysku vinnuni.
Undirritaða legði vegna Tjóðveldi seinasta heyst fram uppskot um at loyva at bryggja sterkt. Hóast uppskotið fall, so var tað mín greiða fatan, at tað í Løgtinginum var meiriluti fyri uppskotinum. Og alment hava allir floksformenninir, við einum einstøkum undantaki, gjørt greitt, at samsvar má vera millum tað, sum loyvt er at selja í Føroyum og so tað, sum loyvt er at framleiða (Dagur og Vika 15. mai 2008).
Argumentið hjá fleiri í samgonguni fyri at fella uppskotið var, at landsstýrismaðurin í vinnumálum fór at koma við einum líknandi uppskoti skjótt. Men, hann kom ikki við nøkrum uppskoti.
Nissjuvinna við møguleikum
Havi áður í grein nevnt hvussu øl til kræsnar gómar er ein nissjuvinna, har vit kunnu gera okkum galdandi. Og hví skulu vit ikki kunna framleiða hvonnsnaps, rabarbuheitvíni, urtaløg ella vodka, framleitt úr føroyskum rávørum? Eingin ivi er um, at eisini her er ein marknaður - bæði í mun til ferðavinnuna, og í mun til útflutningsmøguleikar.
Fleiri eru tey, sum hava gjørt royndir og lagt ætlanir fyri slíka framleiðslu, men eru givin, tí tað gjørdist og møtimikið. Rós skal fólkið handan fyritøkuna Dism hava fyri at vilja taka stríðið, hóast lógarbannið, ið spennir bein fyri føroyskari framleiðslu.
At noyðast til Íslands við føroyskum kelduvatni, fyri síðani at flyta tað innaftur í fløskum, sum tú og eg kunnu keypa í Rúsuni. Tað er heilt einfalt skilloysi.