Yvir fimm túsund tiknir

Ein mánað eftir at automatisku fototólini til ferðmátingar í Danmark vóru tikin í nýtslu, vóru 5.500 bilførarar tiknir Fyrsti mánaðin við automatisku fototólunum til ferðmátingar í Danmark er nú farin, og 5.500 bilførarar eru tiknir fyri at koyra við ov nógvari ferð.

Tað var hósdagin 15. januar at danska politiið byrjaði royndarverkætlanina við ferðmátingum við automatisku ferðmátingunum, har eisini mynd verður tikin.

Bilførarar, sum eru tiknir fyri at koyra við ov nógvari ferð, fáa bøturnar sendar heim við postinum.

Royndarverkætlanin við automatisku ferðmyndatólunum er liður í átakinum ?Mulighedernes samfund? frá november 2007, har danska stjórnin tekur stig til at betra um ferðslutrygdina á vegastrekkjum, har ferðin hevur verið ov høg og nógvar álvarsligar ferðsluvanlukkur henda.

TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum