Síðani ætlanin hjá samgonguni um at lækka grundupphæddina í fólkapensjónini, kom í eygað, hava atfinningarnar regnað niður yvir samgongina.
Afturfyri at grundupphæddin lækkar, fer viðbótin at hækka, umframt at gjaldið úr samhaldsfasta hækkar.
Samtundis lækkar gjaldið til Kringvarpið og tilsamans fáa fólkapensjónistar 400 krónur meiri at liva fyri um mánaðin næsta ár, enn teir hava nú.
Men fólkapensjónistar vilja ikki hoyra talan um at grundupphæddin skal skerjast og at Samhaldsfasti verður settur ístaðin fyri grundupphæddina.
Seinastu tíðina hava tey savnað inn undirskriftir kring alt landið, og fyri lítlari løtu síðani vóru umboð fyri Landsfelag Pensjónista í Løgtinginum og handaði Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu á almannamálum, 904 undirskriftir frá fólki, sum mótmæla ætlanina.
Tey krevja at ætlanin at lækka grundupphæddina verður slept og at Samhaldsfasti verður settur ístaðin fyri
Tey fegnast um, at gjaldið úr Samhaldsfasta, hækkar. Men tey góðtaka ikki, at fólkapensjón, Samhaldsfasti, kringvarpsgjald og anna, verður samantvinnað, tí tað hevur einki við hvørt annað at gera.
Heldur enn at lækka grundupphæddina í fólkapensjónini, krevja tey, at hon hækkar 500 krónur um mánaðin, soleiðis sum tey siga, at summir flokkar hava lovað teimum í valstríðnum.
Sí fleiri myndir frá handanini, niðanfyri