Yvir 300 ferðsluóhapp av seyði og hálku

At seyður gongur á vegnum, er ein stórur vandi fyri ferðsluna. Og tað er hálka eisini. 

Tað varð staðfest á ársfundi hjá Ráðnum fyri ferðslutrygd í gjár.

Mikkel H. Frandsen á Landsverki hevur talt upp, hvussu nógv ferðsluóhapp eru skrásett hjá løgrgluni hesi seinastu árini. 

Og hann er komin fram til, tey trý árini, frá 2014 til 2017, vóru tilsamans 302 ferðsluóhapp skrásett, har seyður á vegnum, ella hálka, var ein atvoldin til óhappið,

Av teimum vóru 238 ferðsluóhapp, sum beinleiðis vórðu sett í samband við hálku og av teimum var fólkaskaði í fýra av óhappunum.

Í sama tíðarskeiði vóru 64 óhapp skrásett, har seyður var blandaður upp í upp á onkran máta. Nógv tey flestu av teimum hendu á Kaldbaksvegnum, og av teimum vóru 46 óhapp, har seyður beinleiðis varð ákoyrdur. Í einum av hevum óhappunum var fólkaskaði.