Inntøkurnar hjá landskassanum av skatti eru framvegis væl minni higartil í ár enn í fjør.
Fyrstu fimm mánaðirnar í fjør fekk landskassin 611,2 milliónir inn í skatti, men fyrstu fimm mánaðirnar í ár var landsskatturin bara 506,4 fýra milliónir.
Tað er ein minking upp á 104,8 milliónir, ella 17,14%.
Men í ár hevur landsskassin so afturfyri fingið inntøkur av inngjaldi til eftirløn. Hesar inntøkurnar eru tilsamans 79,5 milliónir higartil í ár og tað bøtir munandi um støðurnar, tí nú kemur inntøkan hjá landskassanum av skatti upp á 585,9 milliónir.
Sostatt er inntøkan hjá landskassanum av skatti 585,9 milliónir teir fyrstu fimm mánaðirnar í ár, ella 25,3 milliónir minni enn í sama tíðarskeiði í fjør.
Tað er ein minking upp á 4,2%.










