Bæði fyrireikarar og framsýnarar vóru vælnøgdir við sølustevnuna, sum var í Vági um virkuskiftið.
Hetta, at hava sølustevnur er við at verða ein meiri og minni fastur táttur í virkseminum hjá Vágs Bóltfelag.
Úpp ígjøgnum áttatiárini vóru fleiri sølustevnur.
Men landsumfatandi kreppan tók fullkomiliga grundarlagið undan hesum tiltakinum, tí hon drenaði alla keypiorku úr føroyingum, samstundis sum handilsfyritøkurnar repaðu øll segl fyri at halda tørn. So í 1991 var seinasta stevnan í tí umfarinum.
Men so batnaði aftur og í 1997 var aftur jólasølustevna í Vági. Í fjør var so ongin stevna, men í ár eydnaðist tað so at fáa eina stevnu á føtur aftur
Og stevnan varð væleydnað, tí ikki færri enn gott 2.000 fólk vóru á stevnuni.
Besti dagurin var leygardagurin, tá ið yvir 800 fólk vóru. Sunnudagin vóru yvir 700 fólk, men nógv tey flestu vóru vaksin, so tann dagurin hilnaðist minst líka væl sum leygardagurin.
Úrvalið á stevnuni var eisini hampiliga fjølbroytt við luttakarum Suðuroynni, Havn, Norðurstreymoy, Eysturoynni, umframt úr Suðuroy. Og vøruúrvalið var alt møguligt frá bilum, um teldur og sjónvørp til leikur og klæðir. Og framsýnarar vóru eisini yvirhøvur vælnøgdir við tað, teir fingu burturúr. Ikki minst teir sum seldu bilar, eitt nu seldi tann eina bilasølan ikki færri enn sjey bilar.
Á sølustenvuni varð eisini høvi at síggja tað nýggja tíggjumannafarið hjá Vágs Kappróðrarelag. Kaj Hammer á Argjum hevur smíðað hann og tað vóru róðrarkøn á einum mál um, at hann var sloppin avbera væl frá, tí báturin er sera snøggur og avbera lættur.