Yrkjari: Náttúran er hugtakandi og ræðandi

– Eg havi altíð verið bergtikin av náttúruni. Serliga havið gevur mær íblástur, bæði tá eg máli og yrki.

Tað sigur 23 ára gamla Anna Malan Jógvansdóttir, sum gongur á rithøvundaskúla í Danmark og júst hevur givið út yrkingasavnið Koralbruni. Fyrsta yrkingasavnið, Undirfloyma, gav hon út fyri trimum árum síðani, tá hon bara var 20 ára gomul. Bæði yrkingasøvnini snúgva seg um menniskjað og náttúruna.

– Eg havi altíð verið ótrúliga bergtikin av náttúruni. Eg eri eisini bangin fyri henni. Náttúran er bara so vill og óstýrilig og hevur sítt egna lív. Tað er hugtakandi og ræðandi ísenn, sigur unga skaldið, sum serliga fær íblástur frá havinum, sigur Anna Malan Jógvansdóttir í blaðnum HON, sum er partur av Sosialinum í dag.

Longri samrøða við Onnu Malan Jógvansdóttir kann lesast í Sosialinum í dag.