Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara mótmælir atburði Mentamálastýrisins

Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara vil við hesum boða frá, at vit til fulnar taka undir við blokadu tiltøkum Føroya Lærarafelags.

Samstundis mótmæla vit og átala, at Mentamálastýrið nýtir loyniligar blokadubrótarar til at gera uppgávurnar til skrivligu fráfaringarpróvtøkurnar í summar hjá 9. og 10. flokkunum, og sum eru raktar av blokaduni hjá Føroya Lærarafelag.
Vit halda hetta vera dømi um vantandi virðing fyri einum fakfelag, og at henda framferð tykkara á ongan hátt økir um álitið á Mentamálastýrið sum arbeiðsgevara. Takið upp annan tátt og haldið tykkum til tilmælið, sum varð gjørt millum partarnar 30.04.2000.
Yrkisfelagið vil eisini gera greitt, at vit nokta limum okkara, at taka upp arbeiði, sum er rakt av blokadu Føroya Lærarafelags.

Avrit av hesum brævi er sent fjølmiðlunum.

Vinarliga
YF-stýrið