Yrkingar frá Sveini

Nýtt yrkingasavn er komið út og tað er Sveinur Ísheim Tummasson, ið eigur orðini í teimum 28 yrkingunum

Fleim nevninst nýtt yrkingasavn, sum forlagið Stiðin gevur út.
Tað er Sveinur Ísheim Tummasson, ið er yrkjarin. Talan er um 28 yrkingar, harav fimm tættir eru, tvey orðtøk og ein vísa.
Yrkingarnar snúgva seg um tilveru, kærleika, náttúru, samfelag, mál, skaldskap og tjóðskap. Rím og rútma eru føst og málið fornt.
Sveinur byggir sín skaldskap á gamla skaldskaparhevd og sipað verður stundum til annan skaldskap.
Fleim kostar 100 krónur og fæst í bókabúðunum.