Yrking elvt til stórpolitiskt kjak

Tann kendi týski rithøvundurin Gunter Grass hevur vakt stóran ans við einari yrking, har hann leggur Ísrael undir at hava ætlanir um at útrudda Iran. Í dag vóru tiltøk í Berlin, Munchen, Leipzig og øðrum týskum býum, har fólk søgdu seg taka undir við sjónarmiðunum hjá tí kenda høvundinum.

Iranska stjórnin er fegin um yrkingina, meðan ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, sigur yrkingina vera skammiliga.

Tann 84 ára gamli Gunter Grass (myndin) sigur við blaðið Sueddeutsche Zeitung, at hevði hann fingið høvi til at skriva yrkingina av nýggjum hevði hann gjørt greitt, at tað er stjórnin hjá Netanyahu, sum ætlar at týna Iran.