Útreiðslurnar hjá Heilsuverkinum til serviðgerðir uttanlands hava verið so mikið stórar í ár, at eitt uppskot um eykajáttan til økið upp á sjey milliónir krónur er lagt fyri tingið.
Fíggjarmálaráðið metir, at framskrivað nýtsla verður sjey milliónir krónur hægri enn játtað, og tí verður biðið um eykajáttan upp á hesa upphædd, og málið kemur til fyrstu viðgerð í tinginum í morgin.
Játtanin til serviðgerðir fer til viðgerð av sjúklingum í Danmark ella øðrum landi, tá ávísing er gjørd til tað.
Hoyr samrøðu við landsstýrismannin í heilsumálum, Karsten Hansen, við at trýsta á pílin undir myndini.