Tryggingarfelagið Føroyar hevur broytt treytirnar í serliga akfarstryggingini, so hesar nú eru greiðari og lættari skilligar Í hesum døgum sendir Tryggingarfelagið Føroyar út 19.000 brøv til kundar sínar, har greitt verður frá broytingum í tryggingartreytunum serliga innan akfarstryggingna.
- 90% av hesum brøvum eru til okkara privatkundar, sigur Helgi L. Petersen, sum er deildarstjóri fyri privatkundaøkið.
Edvard Heen, stjóri, greiðir frá, at tað eru nógv ár síðani, at akfarstryggingin varð dagførd seinast, og mann nú hevur ynskt at tillaga tryggingina soleiðis, at hon er meiri greitt orðað, samstundis sum hon eisini fylgir rákinum í samfelagnum, serliga tá hugsað verður um ferðslutrygdina.
Men eisini á einum øðrum øki eru treytirnar munandi linkaðar, og tað er innan uppsøgn av einari trygging, sum nú í allarflsetu førum er sett niður úr 12 mánaðum til 30 dagar
Umframt hetta, so hava vit nú eisini innført ein angringarrætt, so tú upp til 14 dagar eftir at hava teknað eina trygging, kanst angra og verða loystur frá henni aftur uttan trupulleikar, sigur Edvard Heen.
Men tær mest umfatandi broytingarnar eru framdar innan akfarstryggingina.










